Lego Meistarar úr Leirvík vunnu føroyameistaraheitið í FIRST LEGO League kappingini, sum var í Hoyvík leygardagin. Jákup Heinesen, leiðari, bjóðaði teimum víðari til skandinavisku finaluna, sum verður í Oslo fyri vinnandi liðini úr Noregi, Svøríki, Føroyum og Danmark.
Løgmaður, Aksel V. Johannesen, setti árligu FIRST LEGO League kappingina á Føroya Tele í Hoyvík, tá 12 lið av Sandi, úr Leirvík, av Argjum og úr Havn dystaðust leygardagin 10. november. Løgmaður var hugtikin av stóru kappingini og ynskti øllum liðunum góða eydnu:
- Vit kunnu ikki øll vinna, men vit kunnu øll gera okkara besta og læra, segði hann.
Avbjóðingin í ár snúði seg um rúmdina, og hvussu vit menniskju kunnu granska og finna loysnir á avbjóðingum, um vit skulu ferðast í rúmdini.
Uppgávurnar hjá liðunum vóru fjølbroyttar. Tey skuldu byggja og forrita ein Legorobott til at loysa settar uppgávur, umframt at menna eina verkætlan við loysn upp áeina avbjóðing í rúmdini. Liðini skuldu marknaðarføra hugskotini í nærumhvørvi sínum, samstundis sum tey løgdu dent á kjarnuvirðini í FIRST LEGO League. Kjarnuvirðini umfata millum annað at vísa virðing fyri hvørjum øðrum, loysa avbjóðingar við áhaldni og kreativiteti og um at hava tað stuttligt.
Nógvar virðislønir vóru handaðar til kappingina. Ríka hugflogið um avbjóðingar í rúmdini varð mett av dómarum, sum avgjørdu, at Rocket League úr Sands skúla vann virðislønina fyri verkætlan.
Legorobottarnir vórðu sniðgivnir og forritaðir til at loysa settu uppgávurnar, og dómararnir vóru ovfarnir av, hvussu nógvar loysnir liðini høvdu ment. Lego Lightning frá Skúlanum á Argjahamri vann virðislønina fyri tøkni.
Afturat øllum hesum fingu liðini hvør sín bás, har tey marknaðarførdu síni hugskot og vístu, hvussu tey høvdu lagt arbeiðið til rættis. Apollo frá Skúlanum á Fløtum fekk virðislønina fyri marknaðarføring, meðan Lego Panda vann virðislønina fyri kjarnuvirðir.
Øll tólv lið kappaðust á banum og fingu tveir minuttir og 30 sekund til at lata robottarnar loysa ásettu uppgávurnar. Kappingin varð sera spennandi, tá Lego Legends og Lego Meistarar komu í endaligu finaluna.
Robottkoyringin endaði við, at Lego Meistarar úr Leirvík vunnu 1. virðisløn fyri robottkoyring, meðan Lego Legends úr Skúlanum á Argjahamri vunnu 2. virðisløn.
Jákup Heinesen, leiðari av FIRST LEGO League í Føroyum, kundi at enda siga frá, at trý lið vórðu innstillað til at vinna samanlagda Føroyameistaraheitið, nevnliga Rocket League, Lego Panda og Lego Meistarar.
Vinnandi liðið av allari kappingini gjørdist Lego Meistarar úr Leirvík, sum eru boðin víðari til Skandinavisku finaluna, sum verður hildin 1. desember í Oslo. Í Oslo dystast vinnararnir av øllum 50 kappingunum, sum vóru hildnar í Føroyum, Danmark, Noregi og Svøríki.