NÝGGJÁRSGREIN
Martin Næs, landsbókavørður
Av allarstørsta týdningi í árinum sum kemur, fyri meg, og fyri alt Føroya fólk er, at okkara politikarar veruliga gerast vaksnir. Lat gå, at nakrir av teimum eldru halda seg vera vaksnar, men teir uppføra seg tó framvegis sum óvitar. Men tá ið so teir yngru detta í sama pott, tá fari eg veruliga at ivast í øllum somlum.
Eg má siga sum er, at eg eri djúpt skelkaður av, hvussu mítt land verður stjórnað og umsitið. Eg góðtaki ikki longur, tá ið politikararnir aftaná koma og siga, "ja, men soleiðis eru tær politisku spælireglarnir". Soleiðis máttu vit gera, fyri at samgongan ikki skuldi fara fyri bakka og bla, bla bla.....
Aftur í 2001 og í 2002...
Orsøkin til at eg taki so til orðanna um politikarar okkara og um umsitingina, er heilt einfalt støðan í mínari verð í føroyska samfelagnum beint nú. Tá ið eg sigi mínari verð, so hugsi eg ikki um mína verð uppi á Ternuryggi, men eg hugsi um føroyska bókasavnsheimin. Føroysku bókasøvnini, sum vit øll eiga, men sum eingin vil eiga, sum eingin er góður við, tá ið gjaldast skal, men sum nógv vilja hava ókeypis atgongd til, tá ið á stendur.
Eg skal í hesum umfarinum bara taka eitt dømi fram, men harafturímóti eitt dømi, sum eg kenni væl á egnum kroppi. Eitt dømi, sum sigur mær, at tað kann ikki bera til, at hesir menninir taka tað arbeiðið, teir eru valdir til, í álvara. Eg haldi stutt og greitt, at tað er út um alt mark vánaligt, tá ið tingmenn okkara longu í august hava gloymt, at teir í mai mánað (í 2001) samtyktu eina nýggja bókasavnslóg at koma í gildi eitt hálvt ár seinni. Undir viðgerðini av lógaruppskotinum fingu teir greitt at vita, at skuldi lógin setast í verk, var neyðugt at játtaðar vórðu uml. 7 milliónir krónur aftrat til bókasavnsrakstur í landinum. Tá ið fíggjarlógin fyri næsta ár liggur á borðinum til viðgerðar nakrar vikur seinni, er tað eingin teirra ? ikki ein einasti ein, sum lyftir fingurin upp og spyr, hvussu er vorðið við hasi bókasavnslógini, vit samtyktu fyri átta vikum síðan?? Ikki ein letur við seg koma. Tað lirrar ikki í teimum. Er hetta at vísa ábyrgd? Er hetta at taka sítt arbeiði í álvara? ? Sjálvandi veit eg, at okkara stakkals politikarar hava nógv annað at hugsa um enn nakað so óproduktivt sum bókasøvn, sum haraftrat liggja burturgoymd úti undir vaðingini, í nøkrum gomlum, burturgoymdum, ómálaðum og tristum skúlahølum. Men tað kemst ikki uttanum, at hetta er ein lóg, teir sjálvir hava samtykt, og ein lóg sum kostar pening, annars kann hon ikki setast í verk. ? Tað gongur ikki at siga, at nú hava vit samtykt lógina, og so kann hasin maðurin halda munn, hann fær ikki meira frá okkum.
Skal lógin setast í verk, so er peningur neyðugur. Hetta vistu øll.
Teir kunnu eisini halda tí fram, at nú hava vit smíðað karmarnar, og so mugu onnur syrgja fyri at reka hetta á besta hátt. Hesum kunnu teir í ein ávísan mun hava rætt í, tí helst skuldi tað ikki verið soleiðis, at politikararnir skulu inn at stýra teimum einstøku uppgávunum. Nú er tað einaferð soleiðis, at teir almennu stovnarnir arbeiða eftir einari ávísari arbeiðsgongd. Tá ið t.d. ein stovnur sum Føroya landsbókasavn verður biðin at gera uppskot til fíggjarlóg fyri komandi ár, so verður hetta gjørt eftir einum ávísum leisti og innanfyri ávísar karmar, og tað er henda leistin og hesar karmar, stovnurin hevur at halda seg til. Mentamálastýrið heitir á stovnin um at koma við einum uppskoti. Men áðrenn komið er so langt, hevur, eftir øllum at døma, Fíggjarmálastýrið sagt við Mentamálastýrið: Tit hava so og so nógv at ráða yvir, og tit ráða sjálvir fyri, hvussu tað verður brúkt.
Leistur og karmur skulu passa saman! Er meginreglan.
Vit, sum arbeiða á bókasøvnunum, vita fullvæl, at nýggj bókasavnslóg er samtykt í Løgtinginum og kunngjørd í Kunngerðarblaðnum at koma í gildi 1. januar 2002, so tá ið vit í juni mánaða 2001 gera eina fíggjarætlan fyri 2002, taka vit sjálvandi hædd fyri teimum broytingum, sum koma skulu sambært teirri nýggju lógini. ? Eingin omanfyri okkum hevur sagt okkum, at vit skulu gera annað ? enn at halda tær lógir, ið galdandi eru. ? Sostatt verður biðið um slakar 7 milliónir krónur í meirjáttan, soleiðis at nýggja bókasavnslógin kann setast í verk. Hetta uppskotið verður so sent Mentamálastýrinum til tíðina.
Eg skal ikki her fara í smálutir, um hvat er gjørt hvar og nær, ella hvat ikki er gjørt. Kann bara staðfesta, at nú Føroya løgting hevur talað, hevur tað aftur samtykt eina nýggja løgtingsfíggjarlóg, har hædd ikki er tikin fyri einari av teimum nýggju lógunum, sum Tingið sjálvt hevur samtykt fyri einum hálvum ári síðan. ? Og so spyrji eg bara: hvussu í allari víðu verð, kanst tú siga, at hesir menninir taka teirra arbeiði í álvara??
Nú giti eg, at teir svara, at hatta mugu stovnurin og Mentamálastýrið taka sær av. Men so einfalt er tað ikki. Og so bíliga kunnu teir ikki sleppa.
Í hesum sambandi havi eg hug eisini at gera eina viðmerking til støðuna í okkara samfelagi, tá ið tað snýr seg um almennar stovnar, væl at merkja teir almennu stovnarnar, sum enn liggja í Havnini. Hesir eiga, í mongum førum, ongan góðan. Tað eru bara nakrir frekir og ómøguligir stovnsleiðarar, sum bara krevja og krevja, og sum ongantíð kenna sær hógv. Eg eri bangin fyri, at lokalpolitikkur í framtíðini fer at drepa og oyðileggja fleiri av teimum almennu stovnunum, sum enn liggja í Havnini. Tí í Havnini eru eingir politikarar, sum hava áhuga fyri teimum almennu stovnunum. Hyggið at sjúkrahúsverkinum. Hyggið at skúlaverkinum. Hyggið at Studentaskúlanum í Hoydølum, sum lítið og einki er broyttur, síðan løgtingsformaðurin sjálvur gekk har fyri skjótt eini hálvari øld síðan, hóast næmingatalið kanska er 3-4 faldað. Hyggið at Fróðskaparsetrinum! Fróðskaparsetrið, sum átti at verið landsins stoltleiki bæði inneftir og úteftir! Hyggið at hesum stovnunum. Allir, meira ella minni í skeljasori ? bæði handaliga og andaliga. Alt meira ella minni í misrøkt og uppsteðgað. Yvirhálaðir frá øllum síðum. Men tað er tíverri eingin politikari, sum alment stígur fram, og sigur at hetta gongur ikki, ella sum sigur: Hetta er mítt øki, sum eg ætli mær at stríðast fyri, og nú má svíða sum svøllur.
Men legg Landsbókasavnið norður á Langasand, suður á Drelnes, ella vestur til Bíggjar, so eri eg vísur í, at summar lokalpolitiskar pípur fáa onnur ljóð.
- Jú, víst syngja Emma og tey um, at hetta eisini er teirra land, og tað hava tey Gud hjálpi mær so púra rætt í. ? Upp á virðislønarpallin við Jóannes Jacobsen og co. fyri hetta, á fleiri økjum, frálíka tiltakið.
Men hetta er eisini mítt land ? og títt land, kæri lesari.
Kanska skuldi man bara stilla upp til løgtingsval?!
Áðrenn eg gevist, skal eg bara, fyri ein ordan skyld, siga sum øll hini:
Gott nýggjár!
Tey meina einki við tað kortini.
Martin Næs