Leita eftir drápsmanni

Bretska løgreglan ber ótta fyri, at ein hópdrápsmaður ger um seg. Tær seinastu vikurnar eru tríggjar skøkjur funnar myrdar har suðuri í landinum, og løgreglan hevur illgruna um, at drápsmaðurin var tann sami í øllum trimum førunum. Allar kvinnurnar vóru naknar,. tá tær vórðu funnar, men tað vóru eingi tekin um, at tær høvdu verið fyri kynsligum ágangi, sigur løgreglan. Sunnudagin varð uppaftur ein kvinna funnin deyð, men løgreglan veit ikki, um hetta morðið hevur nakað við hini trý at gera.