Illa umstríddi felagsskapurin, Sea Shepherd, arbeiðir í hesum døgum við at fyrireika stóra grindamótmælið, tey áður hava fráboðað, skal vera í Føroyum í summar og í heyst.
Í hesum sambandi er ein stórur partur av arbeiðnum at leita eftir sjálvbodnum, sum kunnu koma til Føroyar í summar at mótmæla grindadrápi.
Og tað er ikki hissini uppgáva, tey skulu taka á seg, tí ætlanin er at vera í Føroyum frá fyrst í næsta mánað til fyrst í oktober, sigur felagsskapurin á heimasíðu síni.
Samstundis er ætlanin at mótmælisfólkini, skulu vera fleiri hundrað í tali, bæði á sjógvi og landi, har tey skulu verja strendurnar, so at grind ikki kann haldast til.
Nakað síðani vóru fýra umboð fyri Sea Shepherd í Føroyum sum eitt lið í fyrireikingini og tá høvdu tey fundir við løgregluna.
Løgreglan hevur greitt teimum frá lógum og reglum, men Sea Shepherd staðfestir, at tey hava eisini gjørt løgregluni greitt, at tey ætla at standa stinn fyri at verja hvalin.
Tey gera eisini greitt, at tey eru sinnað at fara í fongsul, er tað hetta sum krevst fyri at verja hvalin.
Og somuleiðis staðfesta tey, at verður grind hildin til, ætla tey sær at leggja upp í og gera alt tey eru ment at forða fyri at grindin verður dripin – men tað skal ikki vera við harðskapi, siga tey.
- Onkur av okkum endar kanska í fongsli, men tað er ein lágur prísur at rinda fyri at bjarga einum hvali, sigur Sea Shepherd.
Tey ávara eisini um, at tað er vandi fyri, at onkur blóðtystur grindamaður leggur á tey. - Vit eru til reiðar at verja okkum, verður tað neyðugt, siga tey í Sea Shepherd.
Sea Shepherd sigur, at tey hava nóg mikið av skipsmanning, men at enn er stórur tørvur á fólki á landi at verja strendurnar.
Men verður grind hildin til, fara tey at skjalprógva tað nágreiniliga, leggja tey afturat.
Við sær á Føroyaferðini í ár, hava tey ymsa útgerð, eitt nú hava tey roynt lítil, ómannað flogfør, tá ið tey vóru á fyrireikandi ferðini her fyrr í ár. Tað er eitt flogfar, tey hava tikið mynd av ímeðan tey royndu tað í Føroyum.
|