Løgreglan hevur sett umfatandi leiting í verk, eftir at fimm vitnir óheft av hvørørðum hava sagt seg hava sætt lítlu gentuna á oynni Tað vóru í gjár lidnir júst 50 dagar síðani Madelaine McCann var burturflutt úr eini frítíðaríbúð, sum foreldur hennara høvdu leigað í Algarve í Portugal. Síðani hevur verið leitað uttan íhald eftir lítlu gentuni, men higartil uttan úrslit.
Nógvar teoriir hava verið frammi um tilburðin, heilt frá loysigjaldi um ættleiðing til barnapornoring. Somuleiðis eru menn ikki á einum máli um, antin lítla gentan er á lívi ella myrd.
Somuleiðis er heldur eingin semja um, hvar í verðini Madelaine kann vera, um hon er á lívi. Men nú er so aftur birt ein vón um at finna gentuna í øllum góðum. Umframt løgregluna leitað eisini fleiri hundrað sjálvboðin eftir gentuni.
Tað er í Sliema á Malta, at heili fimm ymisk vitnir eru sannførd um, at tey hava sæð Madelaine. Ein teirra greiðir frá, at hann sá lítlu gentuna fylgjast við einum arabiskt líknandi manni og einari yngri kvinnu. Tá lítla gentan datt, tók maðurin í armin á henni og segði á enskum: »Reis teg upp, lítla genta«. Hetta helt vitni vera løgið, tí parið hvørki troystaði lítlu gentuna ella nevndi hana við navni.
Eisini varnaðist vitni løgna hárið á gentuni, ið hann var vísir í var ein parúkkur. Vitni, ið sjálvur er pápi at tveimum, greiddi víðari frá, at tað var heilt týðiligt tá maðurin tosaði, at enskt ikki var hansara móðurmál.
Løgreglan tekur málið í størsta álvara, men hevur ikki funnið nýggjar slóðir at elta enn, skrivar bt.bk