Tað eru tí heldur ikki tey heilt stóru tíðindini vit hava at borðreiða við hesaferð.
oman á farstøðini í Havn leggið eg merki til, at ein lítil fitt hvít plakat hongur á eini talvu beint har eg standi og bíði eftir bussinum. Á plakatini standa nakra fittar reglur at lesa um ein 22 ára gamlan trummusláara úr Havn, sum sóknast eftir fólki at spæla við. Eg gjørdi skjótt av. Ringdi til viðkomandi og tað var skjótt, at vit høvdu fingið í lag eitt interview, sum tí er at lesa í blaðnum í dag. Hevði annars gingið størsta partin av vikuni uttan at nakað tilfar til Yngd var komið undan kavi. Men leita og tú finnur stendur skriva, og rætt er tað.
Í farnu viku fekk Yngd redaktióni tó eina sera forkunnuga vitjan úti á Sosialinum. Talan var um tvey Havnarfólk mitt í 20´unum, sum fríggjadagin pakkaðu sekkirnar og fóru út í víðu verð. Á fjakkaraferð.
Av øðrum tilfarið í blaðnum í dag kunnu vit nevna teir fæstu tættirnar, so sum hitlistar, fløguummæli, og vælumtókti teigurin Svara So, er eisini við í blaðnum hesaferð.
Brævbumban stendur tó framvegis IKKI til at bresta. Vit hava tó gjøgnum vikuna fingið tvey brøv sendandi, og tað takka vit mangar ferðir fyri.
Til seinast kunnu vit, til stóra gleði fyri tey flestu siga, at vit í nærmast framtíð fara undir at skriva um útbúgvingar og útbúgvingarmøguleikar her á landi. Vit skulu tó gera vart við, at byrja verður í smáum, til hetta er komið í eina meira fasta legu. Men vit gera okkara besta. Sjálvandi.