Niðurlendska løgreglan steðgaði í nátt einum toki í Barneveld og gav øllum ferðafólkunum boð um at fara úr vognunum, tí vandi var fyri, at ein bumba var í einum teirra. Tíðindastovan ANP skrivar, at tokið kom úr Týsklandi, og at tað vóru teir týsku myndugleikarnir, sum ávaraðu um eina møguliga bumbu.
Fólk, sum búgva nærhendis jarnbreytini, fingu boð um at fara úr húsunum, meðan servandir løgreglumenn kannaðu tokið, og bussar fluttu tey umleið 300 ferðafólkini hagar, tey skuldu. Men eingin bumba var at finna í tokinum.
Týsku myndugleikarnir siga, at eitt av ferðafólkunum hevði varskógvað løgregluna um eina kvinnu, sum var komin upp í tokið, tá tað steðgaði í Frankfurt. Niðurlendska løgreglan leitaði eftir kvinnuni, men tað vísti seg, at hon var farin úr tokinum, áðrenn tað kom til Barneveld, skrivar ANP.