Fótbóltur
Fyri triðju ferð í ár átti Skála heimavøll, tá ið Víkingur vitjaði á bygdarstevnuni seinnapartin leygardagin. Úrslitið var 1-1, og harvið hevur Skála vunnið ein heimadyst, tapt ein og eina ferð verið partur av javnleiki.
Tað reið um snarið, og tað kundi havt koppað báðar vegir, men tað er ikki at undrast yvir, um tey á Skála iðra seg um, at tað ikki eydnaðist at vinna fulla stevnuúrtøku, tí heimaliðið var á odda, áðrenn Víkingur skoraði, og fram ímóti dystarenda var um reppið, at Skála skoraði sigursmálið: Bárður Danielsen legði innfyri úr høgru, bólturin tók í ein av víkingunum og snýtti harvið málverjan, men Geza Turi megnaði at sláa bóltin upp á tvørtræið og út til horna.
eðrið var gott, men leikliga var 1. hálvleikur ikki so hendingarríkur. Heimaliðið royndi at flyta bóltin eftir jørðini og fram eftir vøllinum. Skála hevði gott pláss at spæla á, men tað eydnaðist teimum ikki at spæla seg til serligar upplagdar møguleikar.
Víkingur hevði meiri varna útgangsstøðu, og so var takið at leggja langar sendingar fram til vandamiklu menninar í fremstu ódnunum – Alin Balutoui og Andreas Lava Olsen, sum var væl upplagdur.
Andreas hevði vandamiklastu royndina í 1. hálvleiki. Eftir uppspæl frá Zoltan smekkaði Lava maðurin til, men Predrag Zivkovic í Skála málinum hálvbjargaði til horna.
- Eitt stig er frægari enn einki stig. Men vit eru ikki sørt vónbrotnir av, at tað ikki eydnaðist at vinna øll stigini, staðfesti Skála liðformaðurin, Pauli G. Hansen, eftir dystarlok:
- Vit hava ikki so nógv fólk at taka av, og tí rakar tað eyka meint, tá ið onkrir ikki eru tøkir. Hesa ferð vóru Vali og Petur Pauli Mikkelsen uttanfyri orsaka av skaða. Teir eru báðir miðverjar, og tí var neyðugt at skipa okkum av nýggjum. Poul Poulsen spældi undir liðini á Arnholdi Berg. Vit royndu at samanspæla. Tað eydnaðist viðhvørt, og viðhvørt hekk tað ikki so væl saman.
Vinstrabeinti rumenski miðvallarin Alin Balutoui setti hol á fyri heimaliðið miðskeiðis í 2. hálvleiki. Hegnisliga sendi hann fríspark framvið manngarðin og í málið aftanfyri Geza Turi.
Tíggju minuttir undan leikloki var avgerandi løta fyri úrslitið. Obi var í rættuliga góðari støðu, men hann fór út úr javnvág, tá ið hann skuldi royna ímóti málinum. Dómarin, sum var væl plaseraður, segði einki, og í næsta álopinum javnaði Víkingur.
Andreas Lava Olsen stríddi seg til fríspark í høgru, og tá ið innleggið varð lagt innfyri, var Andreas hægstur í brotsteiginum og stýrdi bóltin í málið.
Fagnaður millum gestirnar, sum tóktust væl nøgdir við at hava stigið við aftur um Gøtueið, sum teir høvdu havt við sær út á Skála, men víkingarnir vóru avgjørt ikki nøgdir við teirra egna avrik:
- Eftir hugburðin og góða avrikið í málleysa heimadystinum ímóti HB høvdu vit vónað, at tað skuldi eydnast at vinna fulla úrtøku á Skála. Tað eydnaðist ikki, og tað kunnu vit ikki siga so nógv til. Hugburðin og góða avrikið ímóti HB sást einki til hesa ferð. Nú mugu vit vóna, at tað fer at eydnast at finna tað fram aftur inntil fríggjakvøldið, tá ið klaksvíkingar koma í Sarpugerði, var staðfestingin millum víkingarnar.
Ikki sørt var tað, at viðhaldsfólkini og spælararnir hjá heimaliðnum kendust eitt sindur vónbrotin um, at tað ikki hevði eydnast at fáa meiri enn eitt stig burturúr.
- Tað eru nógv Eysturoyar lið í Formula deildini, og tí er ofta talan um grannauppgerðir. Hesar eru ofta tættar og spennandi. Sunnudagin skulu vit til Runavíkar. Tað verður stór avbjóðing, sum vit gleða okkum til, var staðfestingin millum skálamenn, sum hava havt tað strævið higartil. Men tað er einki, sum bendir á, at teir ætla at geva skarvin yvir.