LEIVUR HANSEN: Hatta kemur ikki óvart á meg

-Eg vil gjarna samstarva við nýggju samgonguna. Men eg vil kortini tilskila mær rættin til at vera neutralur sigur Leivur Hansen, býráðsformaður

Jan Müller


Tað kemur ikki óvart á býráðsformannin í Havn, Leiv Hansen, at javnaðarflokkurin nú hevur tikið seg úr samgonguni við tjóðveldisflokkin og fólkaflokkin. Hann fekk boðini í einum telefax seinnapartin leygardagin. Tá varð hann so eisini boðin við í nýggju samgonguna í Tórshavnar Býráð.

-Eg havi roknað við hasum leingi, tí eg veit, at javnaðarflokkurin í býráðnum hevur verið sera ónøgdur við at missa formanssessin í Sosialu nevnd. Men vit hava so roynt at arbeiða við málinum, og í løtuni er eitt uppskot til viðgerðar á tingi um at fáa broytt kommunulógina soleiðis, at tann til eina og hvørja tíð sitandi meiriluti í einum býráð ella bygdaráð, altíð skal hava meiriluta í nevndum eisini sigur Leivur Hansen, býráðsformaður, sum ikki skilir, hví javnaðarflokkurin skuldi skunda sær so nógv við at skipa eina nýggja samgongu fyrr enn umrødda uppskotið er avgreitt í tinginum.

Leivur Hansen vil ikki vísa aftur tilboðnum frá nýggja meirilutanum í býráðnum, men hann ynskir tó at bíða við einum svari, til tingið hevur avgreitt umrødda uppskot til broytingar í kommunulógini. Eisini ætlar hann sær at tosa við nevndina í Suðurstreym-oyar Tjóðveldisfelag um hetta, áðrenn hann tekur støðu.

Tað var seinnapartin leygardagin, at javnaðarflokkurin, sambandsflokkurin, sjálvstýrisflokkurin og uttanflokkalimurin Ingi Mohr skipaðu seg í eina fyribils samgongu í Tórshavnar Býráð - fyribils - tí at tjóðveldisflokkinum stendur í boði at vera við í nýggju samgonguni.

Leivur Hansen sigur seg ikki hava góðar vónir um, at uppskotið, sum nú er á tingborði, fer at koma ígjøgnum. -Eg havi varhugan av, at tað fellur. Tað fæst neyvan meirluti í tinginum fyri at broyta eina av greinunum í kommunulógini, sum skal forða fyri, at ein limur, sum fer yvir í ein minniluta, samtíðis kann tryggja minnilutanum meiriluta í fleiri nevndum.

Leivur Hansen er greiður yvir, at javnaðarflokkurin ikki vil góðtaka, at slíkt kann henda, og hevur Elin Lindenskov, sum var formaður í sosialu nevnd, sagt, at fekk hon eitt tilboð frá minnilutanum um at fáa formanssessin aftur, so vildi flokkurin fara í samstarv við minnilutan.

-Hvat heldur tú um støðu javnaðarfloksins?

-Ein má bara ásanna, at ein nevndarformanssessur telur meira enn loyalitetur. Tí tá man fer upp í eina samgongu, so eigur man at vera loyalur móti hvørjum øðrum. Men hetta er so javnaðarfloksins avgerð.

Uppá fyrispurning um kúvending javnaðarfloksins fær avleiðingar fyri býráðsarbeiðið sigur Leivur Hansen, at hetta er ilt at meta um, men tað roknar hann tó við. M.a. vísir hann á, at tað á barnaansingarøkinum fer at verða førdur annar politikkur. Javnaðarflokkurin er m.a. fyri, at tað verða bygdir fleiri stovnar, nakað, sum fólkaflokkurin hevur verið trekur at góðtaka. Hann vil heldur loysa barnaansingartrupulleikan við barnastyrki, sum upprunaliga samgongan í býráðnum hevur tikið undir við.

Leivur Hansen ásannar, at í samgongu mást tú bæði taka og geva.

-Men um løgtingið ger av ikki at broyta kommunulógina, verður tað so lættari hjá býráðsformanninum at fara upp í nýggju samgonguna ella er loyaliteturin yvirfyri fólkaflokkinum so stórur, at hann ikki fer uppí eina aðra samgongu?

-Eg síggi ikki nakra orsøk í løtuni at fara úr tí samgongu, sum eg var við til at skipa fyri góðum tveimum árum síðani. Men tað verður so ein fundur við mítt egna felag, sum kemur at gera hetta av.

-Hvat skal tú gera í eini samgongu við bara fimm av trettan limum?

-Tá tekur man støðu frá máli til mál. Eg trúgvi, at eg kann taka undir við hesi nýggju samgonguni í nógvum málum. Men eg veit ikki, hvat teirra samgonguskal sigur. Tó eri eg fullkomiliga samdur í at gera meira við barnaansingina.

-Men er tað ikki eitt sindur løgið at sita sum býráðsformaður og hava ein meiriluta í býráðnum ímóti tær?

-Eg eri ikki vísur í, at meirilutin er ímóti mær. Men eg vil fyribils standa neutralur.

-Kunnu borgararnir í Havn rokna við stórum broytingum í politikkinum eftir skipanina av nýggjari samgongu?

-Tað má man spyrja nýggju samgonguna um. Men eg eri valdur til býráðsformann og uppgáva hansara er at seta tað í verk, sum býráðið samtykkir, og tað vil eg sjálvandi gera.

-Men tá kann tað henda, at alt tað, sum tú skal seta í verk, er nakað, sum kemur frá nýggju samgonguni, og sum gongur ímóti tínum egna flokki?

-Eg vil gjarna samstarva við nýggju samgonguna. Men eg vil kortini tilskila mær rættin til at vera neutralur.

-Verður tað ikki torført at reka praktiskan politikk í býráðnum eftir hetta?

-Eg haldi ikki. Sjálvur haldi eg, at vit tvørtur um borðið hava verið ógvuliga samd. Og fyri fyrstu ferð í nýggjari tíð eydnaðist tað at fáa alt býráðið at taka undir við fíggjarætlanini. Og soleiðis vil eg sum býráðsformaður halda fram við at royna at fáa partarnar til at standa saman sum ein maður í flest øllum málum.