Hetta gjørdist eitt misjavnt kvøld hjá føroyingaliðunum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hjá monnum.
Leivur Mortensen, Jónas G. Djurhuus og liðfelagarnir í HC Keypmannahavn vunnu á útivølli ein hart tiltrongdan 35-28 sigur á TIK Taastrup. Í steðginum var HC Keypmannahavn á odda 19-17.
Leivur var við 10 málum toppskjútti hjá útiliðnum. Jónas skoraði tvey mál í kvøld.
Hóast sigurin er HC Keypmannahavn næstaftast í deildini við bert sjey stigum. Teir hava átta stig upp til liðið hjá Kjartani Johansen, Vendsyssel sum er á fjórðaftasta plássinum, ið gevur eitt nýtt kappingarár í deildini.
Vendsyssel var í útidystinum í Odder á odda 13-12 í steðginum. Men í seinna hálvleiki gekk illa í hond hjá Kjartani og liðfeløgunum, ið endaðu við at tapa 22-28 fyri Odder.
Kjartan skoraði fýra mál.
Pauli Mittún, Pætur Mikkjalsson og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne mistu í kvøld tvey týðandi stig í uppflytingarstríðnum.
Vendsyssel tapti á útivølli 28-30 fyri KIF Kolding. Í steðginum vóru suðuroyggjamenn á odda 17-16. Pauli og Pætur skutu tvey mál hvør.
Team Sydhavsøerne er triðfremst í deildini við 32 stigum. Teir eru tvey stig aftanfyri júst KIF Kolding, og tí kom ósigurin í kvøld illa við. Skive er fremst í deildini við 37 stigum.











