Kris-Stuff Studio: Tað ljóðar at ein kendur svenskur trummuspælari skal sita í upptøkuhølunum og spæla.
Úti í gongini hoyrist ikki eitt ljóð og heldur ikki, tá vit nærkast sjálvum kontrollrúminum. Her er einki sum bendir á at ein fløga er í gerð.
Men tá vit koma inn í sjálvt kontrollrúmið, fáa vit ein lítlan forsmakk eitt veikt trummuljóð - av at hetta er staðið, har hesin sviin situr.
Jú, mín sann. Í upptøkuhølinum, umgyrdur av alskyns sløgum av trummum situr hesin lítillætni maðurin Claes Anderhell.
Soleiðis hevur hann sitið so mangar ferðir áður, bæði í heimlandinum, Noregi og Danmark. Men hetta er fyrstu ferð, at hann er í slíkum ørindum í Føroyum.
Orsøkin til at hann nú situr við trummurnar í frálíku upptøkuhølunum í Kris-Stuff Studio í Hoyvík er glyvramaðurin, Eyðun Jacobsen.
Hann hevur í longri tíð gingið við eini hugsan, um at geva út eina andaliga fløgu har denturin varð lagdur á dygd, bæði tá talan var um boðskap, løg og ikki minst tónleik.
Sangirnar hevur Eyðun funnið í Sangbókini, og har eru eisini løgini at finna. Til at knýta alt hetta saman er neyðugt við góðum tónleikarum.
Til hetta seinasta fekk hann fatur á Claes Anderhell, sum hesa vikuna hevur tikið upp trummuspælið til fløguna. Og tað er ikki at taka seg aftur í, at Eyðun er sera væl nøgdur við hesar fyrstu upptøkurnar.
Eg havi næstan ikki orð fyri frálíka spælinum hjá Claes. Hann er simpelthen fantastiskur og er langt yvir tað eg væntaði.
Eg siti bara við opnum polyppum og gapi eftir trummuspæli hansara. Hann er bara super, sigur ein sera fegin Eyðun, tá vit hittu hann í studio hósmorgunin.
Frá hjarta til hjarta
Fyri Eyðun er eingin ivi um, at hetta verður eina sera góð fløg. Og ikki minst ein fløga, har hjartað hansara er við í hvørjum einasta sangi.
Skal eg siga, akkurát sum tað er, so er tað bara so lekkurt at kunna syngja allar hesar gomlu, men kortini so góðu sangirnar.
Teir koma beint úr hjartanum á mær, og eg ynski eisini, at teir skulu tala beinleiðis til hjartað á teimum, sum fara at lurta eftir fløguni, sigur Eyðun.
At teir koma beint úr hjartanum á Eyðuni hevur sína sjálvsøgdu orsøk: Sum barn var hann partur av Brøðrasamkomuni í Klaksvík, har sangur altíð hevur átt sín stóra leiklut.
Men tað var kortini ikki bert har at Eyðun var við í sangi.
Eg kann eisini minnast, tá eg var barn at vit sungu nógv heima hjá okkum, tey longu og myrku vetrarkvøldini. Hesar løturnar fingu eisini týdning í mínum lívi.
Eg síggi enn fyri mær, hvussu vit sótu har heimi í stovuni foreldur míni og vit systkini og sungu hesar góðu sangirnar úr Sangbókini, saman við guittara og harmoniku.
Tað er ein part av hesum kæra barnaminninum, sum Eyðun nú ynskir at geva víðari til føroyingar anno Domino 2006.
Varandi virði
Eyðun er í dag ein partur av samkomuni Kelduni í Skálafirði. Har er hann lovsangsleiðari.
Tá talan er um lovsang til Guds í dag verða ofta brúkt styttri kór og niðurløg, men Eyðun dylir ikki fyri, at fyri hann eru teir góðu og gomlu sangirnar gull verdir.
Ja, hesir sangirnir eru ein skattur, sum eg ynski at grava fram aftur. Tekstirnir eru bæði djúpir og hjartanemandi, og heilt erliga, so havi eg altíð longst eftir at sleppa at syngja teir á fløgu.
Saman við ótrúliga góðum løgum, eru hetta sangir, sum hava eitt varandi virði. Hetta eru faktiskt mínir favoritt-sangir, sigur Eyðun.
Hetta eru sangir, sum snúgva seg um kjarnina í kristinlívinum Golgata, viðurskifti okkara við Gud og náði hansara.
Sum dømi um hesar sangir, og sum eisini verða við á nýggju fløguni nevnir Eyðun hesar: Ein undurkelda man líða; Jesus, halt meg við tín kross; Um friður sum flóðin og Tá ið son sín Gud skal senda.
Á fløguni verða 9 sangir av eldri og yngri uppruna, eins og tríggir heilt nýggir, sum Eyðun eigur sín lut í.
Tann eina sangin hevur hann gjørt bæði orð og lag til. Ein annan sang eigur hann lagið til, meðan Sámal á Toftini eigur orðini, og triðja av hesum sangum hevur dóttir Eyðun, Kristina gjørt bæði orð og lag til. Saman við hinum báðum systrum sínum, Heidi og Birgit luttaka tær allar somuleiðis á fløguni.
Hesin sangurin hjá Kristinu verður samstundis tittullagið á fløguni: Eg eigi ein vin!
Gamalt hugskot
Tað tekur altíð sína tíð at geva út eina slíka fløg, tí langt er frá hugskoti til veruleika.
Henda veruleika kann Eyðun eisini skriva undir uppá.
Hugskotið til hesa fløguna byrjaði at koma fram fyri einum ári síðani.
Men ikki fyrrenn mikudagin fóru vit av álvara undir sjálvar upptøkurnar til hesa fløguna. So tú kanst ætla, at eg eri spentur til fløgan skal koma út, sigur Eyðun.
Tónleikurin skal vera í lagi
Kendi svenski trummuspælarin, Claes Anderhell leggur tónlistarliga botnin á nýggju fløguna
Gongur sum Eyðun og framleiðarin Kristoffur Mørkøre ætla, so skal fløgan koma á føroyska marknaðin um tveir mánaðir.
Fyri Eyðun er tað av stórum týdningi at orðini eru góð og sigandi; at teir umsettu sangirnir eisini halda mát, og at løgini skulu vera góð og byggja upp undir sjálvan tekstin.
Hinvegin sum tónleikari, so veit hann eisini at tónleikurin hevur stóran týdning fyri eina fløgu. Og tí ætlar hann ikki at her skal slakast upp á krøvini á nakran hátt.
Kend nøvn
Fyri at tryggja sær ein góðan botn í fløguna bæði praktiskt og ikki minst tónlistarliga so hevur hann fingið fatur á einum av allarfremstu trummuspælarunum í Svøríki, fyri ikki at siga í Norðurlondum.
Talan er her um svian Claes Anderhell, sum er freelanse tónleikari, og sum hevur spælt saman við teimum kendastu nøvnunum innan norðurlendskan tónleik.
Hann hevur m.a. spælt saman við svensku bólkunum Jerusalem og Vikingarna, og hevur spælt nógv saman við Svend Ingvards. Hann hevur somuleiðis spælt trummur saman við Carolu, Lill Lindfors og Hanne Boel, bara fyri at nevna nakrar av kendu norðurlendsku sangfuglunum.
Fyrr í vikuni kom hann so til Føroyar har hann skal spæla trummur á fløguni hjá Eyðun. Hetta er samstundis fyrsta ferðin, hann er her í landinum, men kanska ikki tann seinasta.
Claes verður liðugur við sínar upptøkur í dag, og í næstu viku skal so bassurin spælast inn.
Síðani verður restin av tónleikinum og sangurin tikin upp, og í mars mánaði fáa vit so høvið at hoyra sangin, tónleikin og framleiðsluna savnaða á fløguni "Eg eigi ein vin".
Fakta
Navn: Eyðun Jacobsen, Glyvrar
Starv: Málarameistari
Trúgv: Verið trúgvandi síðani 12 ára aldur
Útgávur: Hevur verið við til ein hóp av útgávum, bæði fløgur og kasettir. Fyrsta útgávan var ein EP í 1973 saman við Jógvan Mortensen.
Tænasta: Lovsangsleiðari í samkomuni Kelduni í Skálabotni
Ídag: Byrjað upptøkur av fløgu við 12 sangum. Fløgan kemur út um einar tveir mánaðir.