Aftaná seks teir fyrstu dystirnar í týsku bundesliguni hava Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel fulla úrtøku, 12 stig fyri seks dystir, og teir eru einasta liðið við fullum stigatali.
Í kvøld vann Kiel á heimavølli í Wonderino høllini greiðan 33-25 sigur á Minden. Í steðginum var Kiel eisini frammanfyri við átta málum, 17-9.
Elias skoraði fýra mál upp á sjey málmøguleikar, og hann legði eisini upp til trý mál. Eric Johanson var við seks málum toppskjútti hjá Kiel. Elias hevur í seks dystum skotið 49 mál, og hevur lagt upp til 18 mál.
Sunnudagin 5. oktober hevur Kiel aftur heimadyst, tá Rhein-Neckar Löwen kemur á vitjan.