Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Lemvig-Thyborøn tóku í kvøld á heimavølli móti Sønderjyske í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Dysturin endaði við javnleiki 28-28. Í steðginum var Lemvig-Thyborøn á odda 16-15.
Tá bert 10 sekund vóru eftir javnaði Jacob Bagersted fyri Sønderjyske til 28-28, og so máttu Vilhelm og liðfelagarnir taka til takkar við einum stigi.
Lemvig Thyborøn er fjórðaftast í deildini við seks stigum fyri níggju dystir. Undan dystinum í kvøld hevði Lemvig-Thyborøn tapt tríggjar dystir á rað.
Vilhelm legði upp til fimm mál og skoraði eitt mál sjálvur.
Komandi fríggjakvøld spælir Lemvig-Thyborøn móti Ringsted á útivølli.