Hetta er somuleiðis triðja lagið av komandi heildarútgávuni “Við Hetta Borðið”, sum eisini er fyrsta føroyskt mælta útgávan hjá songkvinnuni. Sjálv heildarútgávan kemur út seinni í ár.
Um upphavið til sangin “Mín Sál Er Í Góðum Hondum”, sigur Lena:
“Eg havi altíð havt trupult við at góðtaka hugtakið ‘sálarsjúka’, og nú, tá eg fór í holt við mína fyrstu føroyskt mæltu útgávu, kom hetta niðurlagið til mín á veg heim ein dag í bilinum. Tankin er, at tað kann væl vera, at mær tørvar resept, læknatjekk ella diagnosu, tí eg stríðist psykist. Men míni sál er onki galið við. Í mínum hugi eru psyka og sál ikki tað sama, og tað er tað, eg royni at vísa á við hesum lagnum. Á enskum verður sagt “mental health” og “mental illness” og ikki “soul health“ ella “soul illness”. Eg haldi sjálv, at hetta er ein sera grundleggjandi munur. Orð hava týdning og eg haldi, “sálarsjúka” átti ikki at verið brúkt sum hugtak at lýsa menniskju, ið stríðast psykist.”
Umframt Lenu og Niclas – sum hevur framleitt “Mín Sál Er í Góðum Hondum” – so eru brøðurnir Hans og Óli Poulsen eisini partur av lagnum. Hans Poulsen spælir orgul, meðan Óli Poulsen hevur ljóðblandað og mastrað.
##med2##
Til ber at lurta eftir “Mín Sál Er Í Góðum Hondum” her:
Spotify: https://open.spotify.com/embed/track/5cEyz2JCGHnToYVFcUB2Xz?utm_source=generator
Apple Music: https://embed.music.apple.com/dk/album/m%C3%ADn-s%C3%A1l-er-%C3%AD-g%C3%B3%C3%B0um-hondum/1887307734?i=1887307736
Youtube: https://www.youtube.com/embed/sKAY946OyuY?si=iXIemW03jqq-Jr7R











