Lena og Niclas við ólavsøkuhugna

Fitt av fólki hevði leitað sær í Miðahúsið ólavsøkuaftan fyri at hoyra Lenu og Niclas, og hetta gjørdist eisini ein hugnaløta við góðum tónleiki


Eftir ein steðg, har føroyingar ikki hava hoyrt so nógv til Lenu Andersen og Niclas Johannesen, er gott at uppliva tey bæði aftur á føroysku pallunum.

Tey hava havt nakrar framførslur um ólavsøkuna, og ólavsøkuaftan klokkan 22 framførdu tey í Miðlahúsinum.

Intimkonsert er fyrsta orðið, ið kemur til hugs, tí umframt tónleikadygd, so var hugnin í hásæti hesa løtuna við tonleiki, livandi ljósum og eini lurtarafjøld, ið heilt týðuliga neyt tónlekin.

Sum vant spældi Niclas undir, meðan Lena sang, men Lena tók eisini guitaran í hond. Vøkur løg og vøkur rødd, og so tykist tað eisini, sum spæligleðin veruliga er til staðar.

Hetta var bert eitt av mongum tiltøkum í Miðlahúsinum, tí umframt Lenu, so spældu eisini Spælimenninir og Stanley og Hanus í Miðlahúsinum ólavsøkudagarnar, men konsertin við Lenu var hin einasta, ið lá so seint á kvøldi. Og hetta riggaði væl, tí huglagið var tað rættað, har tónleikur, hugni og livandi ljós rakk hægri eind.

Ongin ivi tykist vera um, at Lena er aftur á føroyskum pallunum við spæligleði og orku, ið smittar, og tað er at fegnast um.