Ikki hevur tað verið lýst stórvegis, annað enn eitt punkt á skránni hjá Norðurlandahúsinum, men longu nú eru atgongumerkini til konsertina hjá donsku songkvinnuni Lene Siel nærum farin.
Konsertin verður tískil flutt inn í Salin, ið tekur um 400 fólk, so rúm er fyri eini 150 fólkum afturat, men tað letur til, at ein skal skunda sær, um ein ætlar sær atgongumerki.
Føroya Symfoniorkestur venur í salinum, men hava játtað at gevast leygardagin, so Lene Siel sleppur framat at hava ljóðroynd.
Lene Siel er kend í Danmark og í Føroyum eisini. Serstakliga kend er hon fyri sínar vøkru sangir, ið hon við yndisligari rødd framførir. Ofta er talan um kend ensk løg, við donskum teksti.
Vit kunnu nevna løg sum Fuglen (Tornfuglarnir), Årstiderne (Streets of london), Kærlighed (Only love) og Rosen (The Rose).
Við teimum stóru
Lene Siel hevur sungið saman við nógvum kendum nøvnum, t.d. svenska Tommy Körberg. Men best munnu føroyingar kenna hana frá frálíku fløguni, ið hon innspældi við panfloytu úrmælinginum Gheorghe Zamfir. Henda fløga hevur verið nógv at hoyra í Útvarpinum og Zamfir kenna føroyskir útvarpslurtarar eittnú frá døgurðatónunum.
Lene Siel framførdi eisini, tá Joachim Prinsur og Alexandra giftust og kenna føroyingar Lene Siel eisini frá hesi hending, ið varð send í sjónvarpinum.
Lene Siel heur givið 5 fløgur út. Lene Siel, 1991, Mod Vinden '93, Nu tændes tusind julelys '94, Før meg til havet '95, Mine Favoritter ' 96 og I Danmark er jeg født ' 98.
Tónleikurin hevur verið nevndur klassiskur poppur. Við vissu kann sigast, at hetta eru mjúkir tónar, ið verða at hoyra í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið.
Lene Siel kemur til Føroya í morgin og fer avstað aftur mánadagin