Amerikanarin Mark David Chapman, sum myrdi John Lennon, hevur søkt um at verða royndarleyslatin úr fongslinum. Hetta er sjeyndu ferð, at hann søkir um royndarleyslating.
Myndugleikarnir siga, at teir fara at viðgera umsóknina týsdagin, og at Chapman fær væntandi svar hósdagin ella fríggjadagin. Ein partur av viðgerðini er, at Chapman skal til avhoyringar, so myndugleikarnir kunnu fáa at vita, um hann er egnaður at vera úti millum fólk.
Mark David Chapman, sum nú er 57 ára gamal, søkti um royndarleyslating í 2000, 2002, 2004, 2006, 2008 og í 2010, men svarið var nei hvørja ferð.
Chapman skeyt John Lennon fýra ferðir í ryggin uttan fyri Dakota-bygningin í New York tann 8. desember í 1980. Fyri tað fekk hann fongsulsrevsing millum 20 ár og lívstíð.