Leygardagin verður 70 ára føðingardagurin hjá John Lennon hildin í Klaksvík. Bólkur fer at spæla sangir hjá Lennon, og kendir gestasangarar syngja. Lennon kvøldið verður í Spaniastovu í Klaksvík leygarkvøldið.
Tá eru 70 ár liðin, síðani John Lennon var borin í heim í Liverpool. John Lennon hevur sett spor eftir seg bæði sum tónasmiður, tónleikari, sangari og yrkjari.
Bólkurin X-mas úr Klaksvík fer saman við gestasangarum at seta sín dám á við útvaldum løgum hjá John Lennon.
Bólkurin er mannaður við hesum tónleikarum: Rani Nólsøe, gitar og sang, Páll Sólstein, klaver, Mikkjal Hvannastein, gitar, Jens Pauli Joensen, trummur, og Jógvan Fróði Baldvinsson, bas.
Gestatónleikarar verða: Hanus G. Johansen, Karl Martin Samuelsen, Jón Jacobsen, Petur Hans Poulsen, Niels Christian Nólsøe og Janus Petersen
Eisini verður høvið at hoyra John Lennon kennaran Bergur Rasmussen siga frá áhugaverda lívi Lennons.