Leona Lewis hittar

Ofta hava vinnarar av sangkappingum bert klára seg væl, just eftir teir hava vunnið. Men fyrrverandi ?X-Factor? vinnarin Leona Lewis hevur prógvað, at hon framvegis er væl dámd, hóast ein tíð eftirhondini er liðin, síðan hon vann sangkappingina.

Sostatt hevur hon við lagnum ?Bleeding Love? hesa vikuna megna at vinna fyrsta plássið hjá Mariah Carey við ?Touch My Body?. Hóast kappingin frá Lil Wayne hevur verið hørð um fyrsta plássið í seinastuni, hevur Leona Lewis nú sligið navn sítt fast í USA við at hava selt flestar útgávur av stakfløgu síni hesa vikuna.