Tað er ongantíð skipað so fyri at hægri útbúgvingarnar eru tillagaðar arbeiðsmarknaðinum/ forrætnings/ handils/ vinnulívi/ ídnaðin/ landbúnaðin. Tað kann tí ikki vera rættvíst at hava hesar hægri skúlar og lestrarstovnar, sum eitt parkeringspláss hjá øllum lesandi føroyingum kring landið.
Tað kann tí heldur ikki vera rættvíst at útbúgva 100 tals føroyingar til útflutning ið fara til Danmarkar og onnur lond til víðari útbúgvingar. Tað hevði tá verið frægari at fingið avmarkað tilgongdina til hægri skúlar og lestrarstovnar og hvørs partur av útbúgvingum vóru praktiskar arbeiðsroyndir. Tað skal verða funnist at allir lesandi føroyingar ið arbeiða við síðuna av lestrarútbúgvingum eru eitt arbeiðsamboð hjá øllum arbeiðsgevarum kring landið. Tað eru allir hesir lesandi føroyingar, sum ein bílig arbeiðsmegi, ið eru atvoldin til at arbeiðsgevarar fáa skeiða dýru arbeiðsmegina út, ið er skipað innan løntakara/ fakfeløg. Tað er tí nógv fyri dagliga, at uppliva allar lesandi føroyingar undirgrava arbeiðsmarknaðir/ arbeiðspláss/ sáttmálabundnu lønir/ samfelags moral kring landið. Tað er eisini nógv fyri dagliga at uppliva, at allir lesandi føroyingar fáa hjárættindir, fram um øll tey arbeiðsleysu/ tøku og løntakara/ fakfelags limir kring landið. Tað er eingin av øllum hesum reindyrkaðu sjálvglaðu og líkasælu lesandi føroyingum, ið nakrantíð hava røkt samfelags ábyrgdir og skyldur, mótvegis medborgarum kring landið. Tað skal vera funnist at samfelags útreiðslan er skattað frían lestrarstuðul og fríkort ið gevur teimum 15. til 17.000 kr. skattafrítt á hvørjum ári og er tað órættvíst móti øðrum samfelagsbólkum. Tað føroyska samfelagið, fjøldin av einstaklingum, hevur ikki ráð til hesa samfelags útreiðslu, og at hava 100 tals lesandi føroyingar, liva eina luksus tilveru á kostdeildum/ íbúðum, og úti í býnum og heima við hús.
Tað er nógv fyri at allir lesandi føroyingar nú í fleiri ár hava fingið loyvi til at skipa almenn tiltøk við atliti til námsferðir og hava fingið stuðul frá fyritøkum/ stovnum hvat ið aðrir samfelagsbólkar ikki hava fingið. Tað verða ikki allir hesir lesandi føroyingar, sum koma at bera samfelagsbyrðurnar, skapa samfelagsvirðir og framtíðina, tað síggja vit dagliga vísandi til omanfyri ið ein kann koma aftur til.
Hans Birgir Hansen