So skjótt, sum viðmerkingar mínar vóru á Vágaportalinum, varð eg uppringdur av formanni felagsins, sum álegði mær at taka greinina aftur, ella skuldi hann syrgja fyri, at løgreglan kom upp í leikin við tí eftirspæli, tað kom at hava við sær. Millum annað skuldi hann syrgja fyri, at løgreglan kom oman á Fiskimannafelagið at gera kanningar í málinum.
Hevði ikki meira enn slókt fyri hóttanunum frá Jan Højgaard, so var starvsmaður á Fiskimannafelagnum í telefonini, har hann bað meg taka greinina á Vágaportalinum aftur, eins og hann segði seg stuðla formannin. Løtu aftaná var nevndarlimur í meirilutanum í telefonini, og var tað sama søgan, eg fekk frá honum.
Tó so, áðrenn hóttanina frá formanninum varð undirritaði spurdur, um eg hevði skrivað lesarabrævið, og helt eg tað vera ein sera løgnan spurning, tí mær vitandi havi eg ongantíð skrivað undir dulnevni. So sjálvandi svaraði eg, at eg sjálvur hevði skrivað lesarabrævið. Til tað segði formaður Fiskimannafelagsins, at eg hevði misteinkiliga stóra vitan um málið, eg umrøddi – hvør skal siga, at greinin hjá mær var skrivað við ”påholden pen”, sjálvt um alt, ið eg umrøddi, longu hevði verið frammi í fjølmiðlunum.
Hetta sjónarmið Jan Højgaards vísur bara, at sjálvt ein uttanveltaður, sum hevur sína egnu meting um kanska ta størstu skommina, ið hend er í føroyskari fakfelagssøgu, skal rokna við av honum at verða lagdur undir at hava eina fjalda ætlan. Kanska fantaseraði hann um, at fyrrverandi formaður felagsins hevði skrivað greinina, tí í sama viðfangi so skuldi hann siga mær nakað, og tað var, at Óli Jacobsen onga grein hevði latið úr hondum, sum hann sjálvur hevði skrivað.
Jamen hvat skal ein siga um ein fakfelagsleiðara, sum kemur við slíkum á so lágum støði, og sum hvør borgari í samfelagnum veit er tann kolasvarta lygn? Tað óhugnaliga er, at hann tykist trúgva sær sjálvum.
Hvar er trúvirðið, og hvussu kann tað bera til, at øll tey, sum umboða arbeiðarafjøldina, ikki lótu við seg koma? Og hvat vita tey, sum almenningurin onki veit um, tá tey siga seg stuðla formanninum í hansara herferð móti sínum egnu starvsfólkum?
Og tá ið nú Jan Højgaard sigur seg hava tagnarskyldu í hesum máli, útfrá hvørjum kriterium hevur so Samtak tikið støðu í hesum máli?
Og hvar er tann so hámetta tagnarskyldan hjá sama manni, tá hann beinleiðis yvir fyri undirritaða niðurgerð og ákærir fyrrverandi formann felagsins við ákæru um, at aðrir persónar hava skriva alt tað rúgvusmikla tilfar, sami maður hevur latið úr hondum?
Vit skulu minnast til, at maðurin er kanska ein av okkara ídnastu skribentum. Ikki minst tá hann var blaðstjóri á fiskimannafelagsblaðnum, eins og hann hevur givið bøkur út, tikið lut í almenna kjakinum, og hvat veit eg. Hvar er keldan hjá Jan Højgaard í hesi fullkomiligu vitleysu ákæru? Kanska brúkar hann ein part av síni tíð til at finna bara eitt ella annað at seta fingurin á hjá fyrrverandi formanninum? Ella kennir hann seg ikki væl av dag og dagliga at síggja alt tað arbeiði, ið fyrrverandi formaður felagsin hevur lagt eftir seg?
Tann treytaleysa umberingin kom ikki. Hinvegin so varð størri dentur lagdur á, at øll skriving og kjak um hetta mál fær ein enda.
Til tað er at siga, at skaðin er hendur, eins og hetta ótespiliga og menniskjaniðrandi mál so ella so kemur at standa sum ein skammblettur hjá felagnum, so leingi tað verður stjórnað av sitandi formanni, og tað hevur hvørki felagið ella limir tess uppiborðið.
Annars er tað sjón fyri søgn, at ístaðin fyri at liva upp til nevndu umbering og veruliga angra hesa skemdargerð, so verður almenningurin úti á alnetinum fóðraður við søgum, sum veruliga vísa, at hugburðurin er tann sami, og at umberingin bert var eitt skálkaskjól. Eitt skálkaskjól, ið hevði eittans endamál, og tað var, at tá ið hóttanir um millum annað at beita løgregluna eftir teimun, sum talaðu at, ikki hjálptu, so var ein lunkað umbering sett á prent ístaðin fyri eina treytaleysa umbering. Nevnda umbering rættvísgjørdi ikki uppá nakran máta tað skammiliga álop, ið her fór fram, og sum var og frameftir verður heilt óhoyrt í føroyskari fagfelagssøgu.
Og var bert ein lítil neisti av samvitsku og framtíðarvisiónum hjá formanninum í felagnum, so átti hann at lagt formannssessin frá sær sama dag, hann alment var noyddur at ásanna, at hann sum formaður í Fiskimannafelagnum av órøttum hevð burturvíst ein av starvsfólkum felagsins, ið samvitskufult hevði starvast sum ein álitismaður meginpartin av sínum arbeiðsføra lívið.
ES. Persónliga helt eg, at tað var eitt framstig, tá fjølmiðlarnir fyri nógvum árum síðani ikki vildu prenta dulnevnd lesarabrøv. Men í dag eri eg sannførdur um, at rættast hevði verið, at bløðini aftur loyvdu dulnevnd lesarabrøv, sjálvsagt um tey vóru borðbar. Omanfyristandandi mál er eitt gott dømi í so máta, tí sjálvt um tað var eitt tað mest skakandi persónsmál í føroyskari fakfelagssøgu, so vóru so gott sum ongar viðmerkingar frá fakfelagslimun, sjálvt um teir innast inni hava verið forfardir hesum viðvíkjandi. Tær greinar, ið hava verið í bløðunum seinastu nógvu árini, eru skrivaðar av løgtings- og býráðslimum, meðan so gott sum onki er komið á prent frá vanliga borgarnum, og tað er sera spell fyri ikki at siga ódemokratiskt. Tí er tað so sára nemt hjá teimun, sum sita á hægstu rókum, til egnan fyrimun at kippa songfuglarnar, so tøgnin valdar.