Lesiringur á Fuglafjarðar bókasavni

Aftur í vetur fer Fuglafjarðar bókasavn í holt við at stovna ein lesiring, har fólk hittast eina ferð um mánaðin at tosa um eina bók. Síðani verður í felag tikin avgerð um hvør bók skal lesast til næstu ferð. Ætlanin er at lesiringurin savnast fyrsta mikukvøld í hvørjum mánaði. Lesiringurin savnast fyrstu ferð í vetur mikukvøldið tann 9. januar 2008 kl. 20:00, har vit fara at tosa um bókina “Færøblues – drengen med celleoen” eftir Lisbeth Nebelong, ið var og vitjaði í Føroyum fyri stuttum.