Føroyar hava í dag tapt 3-1 í U-21 landsdysti í fótbólti ímóti Letlandi. Htta var eisini hálvleiksstøðan.
Stóri pinnur hevði verri enn so verið runt eina ferð, tá ið Letland legði seg á odda. Eftir innlegg og eitt sindur av aftur og fram endaði bólturin í føroyska málinum.
38 min
Nú er 2-1 til Letland. Gestirnir øktu um leiðsluna, tá ið 20 minuttir vóru farnir, og tað tóktist sum um, at talan kundi gerast um stórsigur.
Eftir 37 minuttir svaraðu føroyingarnir aftur. Rógvi Poulsen, sum er uttasti miðvallarin í vinstru, smeig sær framvið fleiri mótstøðumonnum, áðrenn hann úr 20 metrum sendi bóltin í málið.
Føroyska liðið er við aftur!
45 min
Tað kom illa við, at letlendingar tríggjar minuttir undan steðginum øktu um leiðsluna til 3-1. Sami maður, sum hevði skorað tvey tey fyrstu málini, slapp leysur av fleiri mótstøðumonnum, áðrenn hann setti bóltin í málið.
Føroyingar hava stórar trupulleikar í verjuspælinum.
Nú er hálvleikur.
55 min
1-3
Føroyingar hava skift Viljolm Davidsen inn á vinstra vongverja fyri Hera Nesá.
70 min
1-3
Spælið bylgjar báðar vegir. Roynt hevur verið at styrkja um framrættaða partin við at seta Páll Klettskarð á vøllin fyri Johan Ellingsgaard.
90 min
1-3
Liðugt.
Føroyar: Jóan Pauli D. Jakobsen - Pætur T. Jørgensen, Rógvi S. Holm, Pól Jóhannes Justinussen, Heri Nesá (Viljolmur Davidsen, 50.) - Róaldur Jacobsen, Kristoffur Jakobsen (Hallur Hansson, 85.), Christian R. Mouritsen - Johan Ellingsgaard (Páll Klettskarð, 55.), Finnur Justinussen, Rógvi Poulsen
Á beinkinum: Hans Jørgensen, Dánjal Davidsen, Páll A. Klettskarð, Øssur Dalbúð, Odmar Færø, Viljolmur Davidsen, Hallur Hansson.