Í London og Milano steðga fólk á og hyggja við stórum áhuga eftir verkunum hjá sniðgevanum Jóruni Høgnesen. Stólar í føroyskum troyggjum, og steinar í føroyskum ullplaggi blíva ikki burtur millum øll hini verkini á stórum framsýningum uttanlands.
Unga kvinnan av Norðoyri, sum í løtuni býr í Føroyum, hevur seinnu árini verið uttanlands og lisið og arbeitt við sínum verkum.
Í 2010 tók hon útbúgving í 3D-designi á Univeristy of Brighton í Onglandi, og í tíðini eftir tað var hon við á framsýningum í eitt nú London, Birmingham og Milano.
Tað var undir arbeiðnum við endaligu verkætlanini á skúlanum, at Jórun Høgnesen av álvara fór í holt við síni sermerktu verk.
- Mær hevur dámt best at arbeiða við møblum og tekstili, og tí er hugskotið komið at seta hesi saman. Á mínum triðja ári á skúlanum, skuldi eg finna fram til mítt egna konsept, og tað skuldi ikki bert verða okkurt einfalt hugskot, sum lá beint fyri. Vit skuldu kanna og av álvara gjøgnumarbeiða okkara verk, greiðir Jórun frá.
Hugtikin av binding
Jórun Høgnesen hevur verið hugtikin av teimum gomlu bindimynstrunum, sum hava verið brúkt til troyggjur og onnur pløgg.
- Um tað mundið, tá ið eg arbeiddi við mínum projekti, fór nógv ull burtur í Føroyum, og tí helt eg tað verða upplagt at brúka ull til mítt projekt. Eg havi brúkt tað gamla, men havi samstundis roynt at tvista tað eitt sindur í mínum verkum, sigur Jórun.
- Møguliga var tað heimlongsul, sum gjørdi at eg fór í holt við hetta. Tá ið tú fert burtur, so sært tú tingini upp á ein nýggjan máta. Onga aðrastaðni í verðini ganga fólk í troyggjum sum vit gera tað í Føroyum.
Og heldur enn at gera eina klassiska troyggju, gjørdi Jórun troyggjur til stólar. Og tað fekk hon nógvar reaktiónir uppá.
- Tað var tilvildarligt, at júst tá eg sýndi hesar stólarnar fram, var tað eksotiska og burðardygga rættiliga frammi í tíðini, og tað viðvirkaði helst til stóra áhugan fyri stólunum, sigur Jórun.
Steinar
Ein partur av projektinum hjá Jóruni var eisini, at hon bant pløgg til steinar, sum kunnu brúkast sum pynt ella hurðahaldarar ella annað kreativt í heiminum. Eisini gjørdi hon størri “steinar”, sum fólk kunnu sita á.
- Pløggini til stóru steinarnar havi eg tøvt, so at teir tola at standa úti. Býrt tú í einum stórbýi, so kanst tú fáa eina góða kenslu av at seta teg á ein stein, sigur hon.
Steinarnir vóru tilnevndir til New Design Britain Award í Birmingham í 2011 og vunnu fólkins heiðursløn.
Tey trý verkini – við stólum og steinum – eru framvegis grundarlagið undir sniðgevingini hjá Jóruni Høgnesen. Sum áhugin hevur verið fyri hesum verkum, liggur tað til høgrabeinið at halda fram við arbeiðnum.
- Tað tekur sjálvandi tíð at vinna fram við verkum, men eg arbeiði víðari við hesum, vil gjarna hava verkini longur út og fáa respons uppá tey. Men eg havi allatíðina hildið fast um, at hetta skal ikki hópframleiðast - tað skal verða eitt avmarkað tal, sigur Jórun.
Og í hesum døgum ber til at síggja verkini hjá Jóruni Høgnesen í Østrøm í Havn, har eisini aðrar kvinnur, sum fáast við listahandverk og sniðgeving, sýna síni verk fram.