Lexus RX300 ? nú eisini í Evropa

Lexus er luksusmerkið hjá Toyota, sum í USA kappast við bilar sum BMW og Mercedes.

 

Magnus Gunnarsson


Lexus er luksusmerkið hjá Toyota, sum í USA kappast við bilar sum BMW og Mercedes. Hóast Lexus RX300 er ein dýrur bilur, er hann sera væl móttikin í USA, har hann hevur verið at fingið síðan januar 1999. Nú fæst bilurin eisini í Evropa.

Lexus RX300

Lexus RX300 er gjørdur til beinleiðis kapping við eitt nú BMW X5, Audi A6 Allroad og Mercedes M-Klassan. Hetta er ein luksus frítíðarbilur í fyrsta floks gjøgnumførdum kvaliteti, og góðum koyrieginleikum til góðar og vánaligar vegir. Í Danmark kemur ein Lexus RX300 at kosta umleið 800 túsund krónur sum persónbilur, og umleið 350 túsund, uttan moms, sum vøruvognur.

Luksusbilur


Lexus RX300 hevur permanent trekk á øllum fýra hjólunum. Eisini hevur hann differentiali í miðjuni og antispinn á bakhjólunum, eins og EPS stabilitetskipan, sum gevur bilinum góðar off-road eginleikar. Innan er hann ein sannur luksusbilur, og hevur ein sera framkomnum automatgearkassa. Lexus RX 300 kann draga ein tungan viðfestisvogn, og verður tí nógv brúktur av fólki, sum hava hestar.


Kelda: FDM / Motor



Lexus RX300


Motorurin 3.0 litur V6 bensin 201 HK 0-100 km/t 9.2 sek.


Bensinnýtsla 7,7 km/l


Dekkstødd 215/70-16


Longd 4,58 m

Breidd 1,82 m

Hædd 1,66 m

Eginvekt 1700 kg

Totalvekt 2275 kg