Leygardagin verður ársins filmsdagur

9 filmar eru í kappingini, tá ið Geytin er á skránni leygarkvøldið.

Nýggir, føroyskir stuttfilmar verða vístir fram leygarkvøldið, tá ið Geytin er á skránni í Norðurlandahúsinum. Eftir sýningina verður avdúkað, hvør vinnur filmsvirðislønina Geytin á 30.000 krónur, sum Bank Nordik letur og sum vinnarin fær handaðar saman við geytastandmyndini, ið Astrid Andreasen hevur sniðgivið. Áskoðararnir fáa eisini høvi at velja sín yndisfilm, og vinnarin av áskoðaravirðislønini fær 25.000 krónur, sum Tórshavnar Kommuna. 

 

 

 

Í ár eru 9 føroyskir stuttfilmar í uppskoti um Geytan og áskoðaravirðislønina

 

 

 

- Vit fara at møta: Einum mammudrongi, sum málar kamarið hjá sær, andaliga prædikumannin Baldur og moralska nihilistin Teit, ein kvinna og ein maður, sum verða rivin við í stemninginum, tá kvinnan roynir skógvar, Poul Kristian Henriksen á einum útróðrartúri, Hamferð, Harald og Fríða, Maðurin við blæuni, ein hobbyastronomur, svartir hundar og ein ein trøllvaksnan mann, ið býr heima hjá mammu síni, skrivar Norðurlandahúsið á heimasíðuni 

 

 

 

Við í kappingini eru:  

Myndamálarin. Leikstjóri: Gudmund Helmsdal.

111 góðir dagar. Leikstjóri: Trygvi Danielsen.

Skóhorn(y). Leikstjóri: Sóley Danielsen og Gudmund Helmsdal.

Fisherman. Leikstjóri: Franklin Henriksen

Frosthvarv. Leikstjóri: Franklin Henriksen

 

 

 

Maðurin við Blæuni. Leikstjóri: Maria Tórgarð

Collision Course. Leikstjóri: Rói Davidsen

Sorte Hunde. Leikstjóri: Atli Brix Kamban

Wünder Pitsa. Leikstjóri: Hanus Johannessen

 

 

 

Í filmsnevndini, sum skal velja Geytavinnaran, sita Birgir Kruse, formaður, Sif Gunnarsdóttir, Norðurlandahúsið, Jan B. Jørgensen, Klippfisk, Marjun Niclasen, Filmshúsið, Eilen Anthoniussen, Tórshavnar Kommuna, Johnny í  Grótinum, Kringvarp Føroya og útlendski nevndarlimurin hesaferð er Hlynur Pálmason, leikstjóri.