- Leynar er eisini eitt málfrøðiligt kuriosum, og málfrøðingar hava leingi skriðað sær í nakkanum um upprunamerkingina til staðarnavnið, siga tey í Kvívíkar kommunu, sum Leynar eru partur av

Leynar er føroyska rivieran

- Seinastu árini er fólkatalið í Leynum farið at veksa, serliga barnatalið. Einki løgið er í hesum, tí reinari friðsælu og vakrari náttúru finnur tú ikki í øllum landinum

 

- Leynar er eisini eitt málfrøðiligt kuriosum, og málfrøðingar hava leingi skriðað sær í nakkanum um upprunamerkingina til staðarnavnið, siga tey í Kvívíkar kommunu, sum Leynar eru partur av

- Leynar er essið í ermuni hjá Kvívíkar kommunu. Hvørt summar fara fólk í hundraðtali stórleypandi oman á Leynasand, “... har dreymar reka upp á land”, sum Danny Baldursson og Ingi Poulsen sungu á sinni.

 

Soleiðis siga tey í Kvívíkar kommunu.

 

Á Leynasandi verður grillað, svomið  á sjónum og vassað í ánni, og her byggja tey sandslott. Ósin er flógvur, tá sólin skínur, so áin verður passaliga heit.

 

Men, tað er ikki bert í góðveðri, at føroyingar fara tuskandi til Leynar.

 

- Sandurin er stórur, og tí er hetta eisini ein av bestu hvalvágum í Føroyum. Tá grind leggur beinini, er eisini nógv fólk at síggja á Leynasandi.

 

Í Kvívíkar kommunu vísa tey á eina søgn sum sigur, at upprunaliga var eingin sandur í Leynum.

 

- Ein ódn – kyndilsmessuódnin í 1600-talinum - skal hava verið so ógvuslig, at alt landið stóð í einum roki, og sandurin í Kvívík varð syftur til Leynar.

 

Annars er Leynar eitt málfrøðiligt kuriosum, og málfrøðingar hava leingi skriðað sær í nakkanum um upprunamerkingina til staðarnavnið.

 

- Onkur giting er, at navnið stavar frá norrøna "laun", sum svarar til føroyska orðið "loyniligt" - og so varð antin "havn" ella "hagi" skoytt uppí, Leynhavn ella Leynhagi sum so varð stytt til Leynar.

 

Og á heimasíðuni hjá Kvívíkar kommunu greiða tey víðari frá:

 

- Tað vil siga, at merkingin kanska er eitt stað, sum er loyniligt ella fjalt. Henda lýsing hóskar seg væl, tí fjøllini eru høg rundanum.

 

Leynar er lítil bygd, men hon er væl varðveitt. 121 fólk búgva í Leynum, og mong eiga summarhús í Leynum.

 

- Seinastu árini er fólkatalið farið at veksa, serliga barnatalið. Einki løgið er í hesum, tí reinari friðsælu og vakrari náttúru finnur tú ikki í øllum landinum, siga tey í Kvívíkar kommunu.

 

- Leynar er eisini eitt málfrøðiligt kuriosum, og málfrøðingar hava leingi skriðað sær í nakkanum um upprunamerkingina til staðarnavnið, siga tey í Kvívíkar kommunu, sum Leynar eru partur av