Leyp út undir Miðhorn

Um vikuskiftið skipar Felagið Føroysk Ross fyri einum familjutiltaki Undir Miðhorni í Havnardali. Tiltakið verður í dag 26. & í morgin 27. juli, báðar dagarnar frá klokkan 14:00 - 18:00.

Høvuðsevnið verður tey føroysku rossini, og eisini verða føroyskar gæs, dunnur og ein kúgv at síggja.

Á tiltakinum kunnu fólk fáa fleiri av teimum sermerktu føroysku rossunum at síggja. Har verður eisini ymiskt annað, sum t.d. ponyríðing og søla av kaffi og køkum.

Endamálið við at skipa fyri djóradøgunum Undir Miðhorni í Havnardali er at royna at vekja áhugan hjá fólki fyri tí føroyska rossinum.

- Í dag eru bert 46 føroysk ross eftir, og fleiri av teimum eru gomul. Tiltakið er ætlað at verða ískoyti til tað arbeiðið, sum verður gjørt fyri at bjarga føroyska rossinum.

Undirtøkan millum manna er sum heild sera lítil fyri at bjarga tí føroyska rossinum, og tískil royna tey nú at vekja áhugan hjá fólki fyri hesum serliga rossaslagi.

Fyri at gera eitt hugnaligt og stuttligt familjutiltak, hevur Andrias Reinert bjóða seg til at sýna fram tær føroyksu gæsnar og dunnurnar, ið hann eigur. Og harafturat fáa børnini eisini møguleikan fyri at ríða á rossinum, tó í teymi.

Tiltakið verður hildið á trøðni hjá Elin og Hjalta í Jákupsstovu við Velbastaðvegin, í Havnadali.

Les meira um føroysk ross á www.rossid.com