- Vit fara ikki at gera meiri við hetta. Vit hava mál á skránni, sum eru týdningarmiklari enn Jenis av Rana.
Tað sigur Eiler Fagraklett, talsmaður hjá LGBT í Føroyum, sum er felagið hjá samkyndum, tvíkyndum og transpersónum.
Les eisini: Samkynd skrúðgonga á ólavsøku skal bannast
Jenis av Rana, sum er formaður í Miðflokkinum, vakti ans í gjáramorgunin, tá ið hann førdi fram her á in.fo, at LGBT skal ikki sleppa at halda Faroe Pride skrúðgonguna í miðbýnum í Havn á ólavsøku, soleiðis um ætlanin er.
Les eisini: Hetta taki eg púra avslappað
Hann heldur, at vit skulu gera við LGBT, sum vit gera við Sea Shepherd, og vísa teimum á eitt pláss upp á Karlamagnussarbreyt ístaðin fyri at vera í miðbýnum.
Eiler Fagraklett sigur við Rás2, at eyðvitað eru tey ikki samd við Jenis av Rana, men at tey gera ikki meiri við hetta, tí tey hava týdningamiklari mál at arbeiða við. Eitt av hesum at útvega samkyndum borgarlig rættindi.
- Vit hava heldur ikki hug til at vera við í valstríðnum hjá Miðflokkinum, leggur hann afturat.
Eiler Fagraklett førir fram, at Jenis av Rana skuldi heldur verið við skrúðgonguni, tí har er væl pláss fyri honum eisini.
Les eisini: LGBT skrúðgongan hevur týdning fyri Havnina
- Hetta snýr seg ikki bara um samkynd. Hetta snýr seg um at øll, sum eru øðrvísi møta upp og vísa, at tey eru errin av tí, tey eru.
- Og tað ber eisini til at vera errin av at vera í Miðflokkinum, sigur Eiler Fagraklett.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Talsmannin fyri LGBT, greiða frá, hví tað er so týðandi at hava Faroe Pride skrúðgonguna.