LGBT heiðrar fótbóltsfelag í Havn

Vit takka tykkum av hjarta, sigur LGBT

Annlis Bjarkhamar, vinstrumegin, handar Olgu Kristinu Hansen, liðskipara, heiðurin frá LGBT

Leygardagin hevði LGBT+ Føroyar aðalfund og veitslu. Tað høvið nýttu tey til at heiðra nøkur, sum hava givið eitt serligt íkast til stríðið fyri javnrætti og ymiskleika í Føroyum.

 

Og tað vóru fótbóltskvinnurnar hjá hjá B36, sum fingu LGBT+ heiðurslønina í ár. Grundgevingin fyri at lata henda heiður til B36 kvinnurnar er henda:

 

– Hendan heiðursløn verður latin B36 kvinnum fyri, við kappingarbyrjan, at hava tikið avgerð um at hava ælabogalitt liðskiparaband. Olga Kristina Hansen, liðskipari, hevur í fjølmiðlunum greitt væl frá, hví tit tóku hesa støðu.

 

Hóast boð komu frá FSF um, at tað ikki var loyvt at spæla við ælabogalitta liðskiparabandinum, stóðu tit stinnar og hildu fast í tykkara avgerð. Tí fyri tykkum snúði tað seg um at virða øll menniskju, segði Annlis Bjarghamar, tá ið hon handaði heiðurin.

 

– Tit eru fyrimyndir, og vit takka tykkum av hjarta fyri, at tit gera fótbóltin rúmligan, og soleiðis vísa á, at fótbólturin skal vera eitt stað, har øll skulu kenna seg væl og trygg.

 

– Vit hava í ár sæð fleiri fótbóltsfeløg vísa sín stuðul í stríðnum móti mismuni, vit hava sæð fótbóltsspælarar í øllum aldri, hondbóltslandsliðið hjá monnum, kappróðrabátar, dómarar, og onnur bera ælabogalitt liðskipararbond, lissur ella sveittabond.

 

– Vit takka øllum, sum vísa lit, tí tað er bert við at taka støðu, at vit av álvara kunnu forða fyri, at munur verður gjørdur á fólki vegna húðarlit, átrúnað, kyn ella kynsliga sannføring.

 

– Tit, B36 kvinnur tóku støðu, tit vardu hesa støðu og stóðu fast við hana. Tað vísir styrki og dirvi og ein hugburð, sum bæði tænir fótbóltinum og samfelagnum, segði Annlis Bjarkhamar.

 

Saman við heiðursbrævinum fingu allar á liðnum plakatina, sum Heiðrikur á Heygum gjørdi í samband við 10 ára stovningardagin hjá LGBT+ Føroyar, og eitt ælabogalitt sveittaband.

 

Olga Kristina Hansen, liðskipari, takkaði vegna allar á liðnum og segði at tær ætlaðu at halda fram á sama hátt og við góðum treysti, sigur LGBT+ í tíðindaskrivi.

 

Annlis Bjarkhamar, vinstrumegin, handar Olgu Kristinu Hansen, liðskipara, heiðurin frá LGBT