Óli fer kanska av landinum

Aftasti maður á landsliðnum heldur, at uppgávan móti bosniarunum var lættari, enn hon var móti skotum

Aftur og aftur er Óli Johannesen millum berandi kreftirnar á føroyska liðnum. Hann ger ikki so nógv hóvasták burturúr í sínum spæli, men hann er drúgvur og trúgvur, hann ruddar væl upp, er sterkur við høvdinum, er sannførandi í nærdystunum, og so kemur tað eisini fyri, at hann roynir seg við langskoti.

Niðri í Bosnia var tað so óheppið, at eitt fríspark rakti í hælin á tvørámanninum og snýtti Jákup Mikkelsen, og hetta hevði einasta málið í dystinum við sær. Hesa ferð var tað sjáldan, at Óli Johannesen var undir stórum trýsti.

? Eg kendi tað soleiðis, at bóltførleikin hjá bosniarunum var væl betur, enn hann var hjá skotunum, men teir megnaðu ikki at leggja so stórt trýst á okkum, tí teir vóru ikki serliga væl skipaðir í verjupartinum, og tað gav okkum høvi at vera meiri við í uppspælinum og harvið gjørdist trýsti á okkara verju væl minni, sigur 26 ára gamli Óli Johannesen, sum ? um alt gongur sum tað skal ? fer at spæla landsdyst nummar fjøruti, tá Estland fyrst í september kemur til Føroya.


Umhugsar framtíðina

Tveir av spælarunum á føroyska liðnum gera í hesum døgum seg lidnar læraraskúlanum. Teir eru Jóhannis Joensen, sum í komandi viku fer til síðstu próvtøkuna, og so Óli Johannesen, sum longu undan dystinum móti Skotlandi hevði gjørt burtur av sær á Frælsinum.

Tað hevur áður ljóðað, at útlendsk feløg ? eitt nú Lyngby úr donsku superliguni ? hava verið framvið, fyri at fáa føroyska verjuskiparan at spæla fyri seg, men higartil hevur Óli Johannesen hildið seg til barndómsfelagið TB (burtursæð frá í 1997, tá hann gjørdist FM vinnari við B36).

Craig Brown segði leygardagin, at hann metti Óla Johannesen sum ein spælara, ið væl kundi staðið seg í bestu skotsku deildini. Tí spyrja vit Óla, um hann hevur ítøkiligar fyrispurningar um sáttmála uttanlands, men tað hevur hann ikki:

? Men eg umhugsi støðuna. Eg eri akkurát liðugur við útbúgvingina, og skal eg geva frítíðarítrivinum ein møguleika at verða meiri enn bara frítíðarítriv, so skal tað vera nú, og tí eri eg opin fyri møguleikanum at fara av landinum og royna meg á hægri støði. Gongur tað væl, so er tað fínt, og gongur tað minni væl, so er tað eingin skaði, og so kann eg gera brúk av útbúgvingini, sum eg júst eri liðugur við.jh