Hann varð føddur á Toftum, sonur Elsu Poulsen av Skipanesi og Jens Jacob í Hjøllum av Toftum.
Óli tók læraraprógv í Havn í 1971 og var síðani lærari á Toftum til 1987. Áðrenn hann fór úr starvi har, hevði hann verið varaskúlastjóri í eitt ár og skúlastjóri í eitt ár.
Hann flutti til Porkeris og var lærari har í eitt ár. Í 1988 tók hann við sum skúlastjóri í Vági. Hann er giftur við Jónhild Bech úr Porkeri.