Eirikur Lindenskov
Síðani 1. desember í fjør hevur Óli Breckmann havt farloyvi frá løgtingsarbeiðinum. Hann varð ikki afturvaldur á valinum seinast, men eftir at Fólkaflokkurin aftur kom í samgongu í september í 2008, fekk hann fast sæti sum triði varamaður á tingi.
Tá Anfinn Kallsberg gjørdi av at leggja frá sær í politikki, gjørdist Bjarni Djurholm fastur tinglimur. Óli Breckmann er tó framvegis varalimur, men er í farloyvi úr Tinginum.
Hóast Fólkaflokkurin misti ein fastan politikarar, tá Jørgen Niclasen fór úr landsstýrinum, so hevur Óli Breckmann framvegis fast sæti, tí Anfinn Kallsberg hevur lagt frá sær. Óli Breckmann hevur sitið á tingið síðani 1974, og hevur hann sitið longri enn nakar annar, sum nú er á tingi.
- Eg havi altíð hildið sum so, at varalimirnir skulu sleppa at royna seg á tingi, og eg havi jú mítt borgarliga starv í Hoydølum at taka mær av, segði Óli Breckmann við Portalin herfyri.
Meðan Óli Breckmann er í farloyvi sum varamaður á tingi, er tað Rodmundur Nielsen, sum er varamaður fyri hann. Óli Breckmann visti ikki reiðiliga um ella nær hann tekur við aftur løgtingssessinum.