Óli Jacobsen fyllir 75 ár í dag

Í dag fyllir Óli Jacobsen 75 ár

Í dag - 21. august fyllir Óli Jacobsen 75 ár. Óli varð føddur í Kalundborg á Sælandi í 1943. Í 1950 flutti hann við foreldrum og systkjum til Norðagøtu at búgva. Átta ár seinni fór hann til skips við slupp og er tað júst fiskiskapurin, sum hevur fylt Óla alt lívið. Í 1966 kom hann í nevndina í Føroya Fiskimannafelag, har hann síðani sat sum formaður frá 1971 – 2007, við undantaki av einum góðum ári sum landsstýrismaður. Eisini sat Óli Jacobsen á tingi frá 1994 – 1998 fyri Verkamannafylkingina. Sum formaður í Fiskimannafelagnum var hann eisini blaðstjóri á FF-blaðnum.  

 

Óli Jacobsen er giftur við Kirstin F. Nielsen av Eiði. Tey eiga børnini Lindu, Kára, Óla Jákup og Trónd. Í dag er Óli Jacobsen eisini kendur fyri sínar søguligu greinar í Sosialinum undir heitinum Siðsøga.  

 

Áhugin fyri søguni hevur eisini fylt Óla Jacobsen. Nógvar søguligar greinar eru komnar frá hansara penni, ein søga hevur enntá fingið viðurkendar søgufrøðingar úti í heimi at rætta kumpass. Tað er søgan um Dollan. Óli Jacobsen hevur kannað søguna um Dollan, Daniel Jacob Danielsen, og kanningararbeiðið hjá Óla hevur fingið Dollan inn í søgubøkur kring knøttin. Tí tá bretski konslin Roger Casement í 1903 fór fyrsta túrin at kanna ræðuleikarnar í Kongo, var Dollin við sum hansara fremsti samstarvsfelagi. Árini eftir hevði Dollin ein týðandi leiklut í at greiða heiminum frá støðuni í landinum, eitt arbeiði, sum í 1908 noyddi Leopold frá valdinum.

 

Hóast nógv er skrivað um Kongo og Leopold, so var Dollin ikki tikin upp á tungu, áðrenn Óli Jacobsen gravaði søgu hansara fram. Men søgan um Dollan – havnarmannin sum broytti heimssøguna – er bara ein av mongu søgunum hjá Óla Jacobsen.  

 

 

Óli Jacobsen hevur skrivað fleiri bøkur. Tann seinasta í røðini ber heitið “Tær bygdu land” og lýsir gjøgnum søgur hjá 20 kvinnum, føddar frá 1890 til 1932, hvussu lívið var í Føroyum í 20. øld sæð frá einum kvinnusjónarhorni.    

 

Tá ið Óli Jacobsen fylti 70 ár, hevði hann skrivað 4000 síður av siðsøgu. Søgur um persónar og lagnur úr eini farnari tíð, nógv teirra grivin í kirkjugarðinum á Svínaryggi í Havn. Og hesi fimm árini, sum farin eru síðani tá, er talið av siðsøguligum síðum vaksið munandi. Í Vikuskiftis Sosialinum kanst tú framvegis hvørja viku lesa tvær síður av siðsøgu frá Óla Jacobsen, og við hesum ynskja vit Óla hjartaliga tillukku við degnum.