Óli Johannesen og Hvidovre fingu javnt

Óli spæli ein góðan dyst við Hvidovre í 1-1 javnleikinum móti Brønshøj. Christian Høgni slapp ikki uppí part, tá Vejle tapti 5-4 móti AC Horsens

Óli Johannesen og liðfelagar hansara í Hvidovre stríðast fyri at lívbjarga sær í næstbestu donsku deildini. Um vikuskiftið endaði tað við 1-1 javnleiki á útivølli móti Brønshøj.
Óli Johannesen varð hesuferð fluttur av miðvøllinum og aftur í verjuna, tí ein annar verjuleikari er skaddur.
Hvidovre kom framum við einum sjálvmáli beint fyri steðgin og høvdu tí góðar vónir til seinna hálvleik. Men Brønshøj, sum eisini liggur í tunga endanum, megnaði at javna stutt inn í seinna hálvleik.
Sagt verður, at Óli Johannesen spældi ein góðan dyst fyri Hvidovre, sum hevði fleiri góðar møguleikar at skora sigursmálið seint í dystinum.
Hvidovre liggur næstaftast á stigatalvuni, men hevur enn góðan møguleika at vinna seg upp um niðurflytingarstrikuna, tí liðini omanfyri eru ikki farin úr eygsjón.

Christian Høgni ikki við
Vejle berjist hinvegin við at vinna seg uppaftur í Superliguna og tók ímóti AC Horsens á heimavølli. Horsens vann 5-4 eftir at hava verið á odda 4-0 eitt skifti í fyrra hálvleiki. Vejle eltir Frem á øðrum plássi og misti harvið trý týdningarmikil stig. Christian Høgni slapp ikki uppí part á hesum sinni og var ikki við í hópinum.
Horsens legði seg framum 4-0 eftir hálvum tíma, áðrenn Vejle svaraði aftur. Heimaliðið javnaði síðani til 4-4, áðrenn Horsen fekk sigursmálið, tá fimm minuttir vórðu eftir at spæla. Málini hjá Hvidovre skutu Tommy Knudsen, Ulrik Balling, Peter Degn og Michael Blom.