fimleikur
Leygardagin tann 16.apríl 2005 verður árliga FM kappingin í amboðsfimleiki fyri lið. Kappingin verður hildin í Ítróttarhøllini í Runavík, og byrja verður kl. 13.00.
Kappingin er býtt í tvey, soleiðis at tey yngru kappast fyrst og tey eldru seinni um dagin. Frá kl. 13.00 til umleið kl. 16.00 verður kappast í teimum yngru bólkunum, bólki 1 og 2, og frá kl. 17.00 til umleið kl. 20.00 verður kappast í teimum eldru bólkunum, bólki 3 og 4.
Tey luttakandi feløgini eru: Støkk, Ljósið og Havnar Fimleikafelag.
Støkk luttekur við einum dreingjaliði og 5 gentuliðum, Ljósið luttekur við trimum gentuliðum og Havnar Fimleikafelag luttekur við 3 dreingjaliðum og 4 gentuliðum.
Oyggjaleikir í eygsjón
Kappast verður ikki bert um FM heitið fyri lið. Hendan kappingin verður eisini brúkt sum ein fyribils vegleiðing til, hvørjir fimleikarar ið hava møguleika at koma við til Oyggjaleikirnir komandi summar. Ein bruttohópur verður úttikin til vikuskifti 22-24.apríl, tá ið landsliðsvenjarin Henrik Bertelsen kemur til Føroya, at hava eina felagsvenjing í Havn.