Óli klárar seg fínt uttan bil

Í síðstu viku var Óli Jacobsen gestur í Bilradio á Rás2. Tað er ikki tí at hann á gamalsaldrinum er farin at koyra bil, men av tí at hann ongantíð hevur koyrt bil og hevur ikki koyrikort. Hann hevur eisini verið úti fyri onkrum hendingum í ferðsluni

Óli Jacobsen, fyrrverandi formaður í Fiskimannafelagnum og núverandi journalistur á Sosialinum,

sigur, at hann ongantíð hevur tikið koyrikort og heldur ongantíð koyrt bil.


Hóast konan og tey flestu av børnunum hava koyrikort og tveir bilar eru í húsinum, hevur Óli ongar ætlanir um at taka koyrikort. Hann er í dag 65 ára gamal.


Í sendingini sigur hann frá, hvussu tað var í Gøtu, har hann vaks upp, og hvussu hann minnist teir sum koyrdu rutukoyring har. Hann hevur ferðast nógv uttanlands og hevur verið úti fyri onkrum óhappi í ferðsluni, bæði á súkklu og sum fótgangari uttanlands.


Óli letur væl at ferðsluni í Føroyum sum fótgangari, men hevur tó onkur hjartasuff í sambandi við bussar og buss-stoppistøð. Hann brúkar nógv bussarnar, bæði Bussleiðina í Havn og Bygdaleiðir.


Sendingin Bilradio á Rás2 har Óli er gestur, verður endursend leygarmorgunin 20. desember kl. 10.


mg