DANMARK, 1. DEILD
Føroysku landsliðsspælararnir í næstbestu deildini í Danmark fingu einki stig sunnudagin, og nú eru bæði B93 og Hvidovre av álvara farin at kenna hitan av niðurflytingarstrikuni. Tað stendur betri til hjá Randers Freja og Atla Gregersen, sum sunnudagin vunnu 3?2 á útivølli ímóti Skive.
B93 hevur síðstu vikurnar mist fýra av bestu spælarunum, sum nú fáa løn í øðrum feløgum. Sunnudagin vitjaði oddaliðið í bestu deildini. Køge hevur í fleiri ár havt úrslit fram ímóti uppflyting.
B93, sum hevði Øssur Hansen á liðnum allar 90 minuttirnar, kom á odda, men Køge javnaði stutt undan hvíldini. Eftir steðgin kom týðuliga til sjóndar, at á B93 liðnum eru nógvir ungir spælarar. Køge vann 5?1.
Í Hvidovre var Óli Johannesen á liðnum allar 90 minuttirnar. Hvidovre hevði fleiri møguleikar at leggja seg á odda, og teir kendu seg í tveimum førum snýttar fyri brotsspark. HFK Sønderjylland vardi og lúrdi eftir møguleikunum fyri snarálopum, og síðstu lítlu løtuna skoraðu teir tvey mál. Á dómaraseðlinum eru bæði málini skrivað at verða skorað í 90. minutti!