Óli og kryvjimaskinan

Dan R. Petersen

Í Dimmalætting 14. november eitt áhugavert orðaskifti við Óla Jacobsen. Tað er so áhugavert, at tað gevur mær stoff til fleiri greinar.
T. d. hetta brotið:”...Hann nevnir m. a. stríð fyri at fáa kryvjimaskinur umborð á ísfiskaskipini og síðani stríðið fyri, at menninir ikki skuldu gjalda fyri hetta”. Sjómenn spyrja: Hvat stríð hevur Óli gjørt sær, at fáa kryvjimaskinur umborð. Ongin kennir hetta stríð.
Sum eg fyrr havi nevnt, so kom kryvjimaskinan 30 ár ov seint. Meðan útlendingar fingu hetta møðsama arbeiðið automatiserað, stóðu føroyskir sjómenn og kruvdu við hond døgn eftir døgn eftir døgn. Meðan Óli førdi pennin móti skiftandi landsstýrum, umsiting, útvarpi og øðrum óviðkomandi, píndi reiðarin manningina niður. Sum limur í fiskimannafelagnum havi eg staðið upp í samfullar 43 tímar og kruvt. Nóg illa úr oljuklæðunum. Bert tí at reiðarin ikki vildi automatisera arbeiðið. Hetta er ikki reyp, tað kenna allir trolaramenn til.
Menn leggjast uppi í góðum árum, niðurslitnir. Var viljin til staðar, so fór Óli við læknaváttanum í hondini til reiðararnar og setti krøv. Læknaváttanir upp á niðurslitnar sjómenn eru lættar at fáa hendur á. Tíverri. Og hjálpti tað ikki so var at fara í bløðini og venda kanónini rættan veg.
Enn mangla nógvar kryvjimaskinur.
Arbeiðsumhvørvi er eitt púra ódyrkað øki hjá Fiskimannafelagnum.
At Óli steðgaði fyri, at manningarnar ikki sjálvar skuldu gjalda fyri maskinurnar, átti hann at tagt við. Har fór eg inn í málið, tá manningarnar vóru kroystar longur enn lógligt er, og teir onga hjálp høvdu fingið frá Fiskimannafelagsformanninum.
Tað er ein søga fyri seg, sum eg kann venda aftur til seinni.