Óli er klaksvíkingur. Hann vaks upp í einum umhvørvi, har tosið mangan fall á útróður, fiskiskap og sigling, og eftir lokið realprógv í 1966 fór hann til skips og sigldi í nøkur ár.
Eftir at hava tikið stýrimansprógv í 1972 og skipsføraraprógv í 1973, fór hann út at sigla. Hann tók læraraprógv í 1987 og sama árið gjørdist hann lærari á Føroya Sjómansskúla.
Óli gavst sum lærari á sjómansskúlanum í 2000, tá hann fór undir forkanningar til at at skriva bókaverk um sjómansútbúgvingar frá elstu tíðum til okkara dagar. Sum úrslit av hesum arbeiði komu í 2003 og 2004 bøkurnar “Sigling & útbúgving” í tveimum bindum. Hann hevur eisini givið aðrar bøkur út sum t.d. “Tá ið rak við og ímóti”, sum er um Fischer Heinesen. Hann er framvegis virkin á hesum øki og leggur síðstu hond á eitt verk, sum skal koma út næsta ár.
Óli hevur í mong ár verið ímyndin av einum sunnum rennara. Hann er limur í Bragdinum og er ofta at síggja til kappingar. Hann rann marathon á Oyggjaleikum í 1989 og var sostatt millum fyrstu marathonrennararnar í Føroyum. Í 1994 luttók hann í Holge Danske marathon í Helsingør við góðu tíðini 2 tímar og 54 min. Síðan hevur hann runnið trý Tórshavn Marathon, og tann 6. september í ár rann hann við sera góðu tíðini 3:32 og gjørdist FM í sínum aldursbólki og nr. 7 í opna bólkinum. Tað er neyvan ein kapping kring landið, har Óli ikki luttekur, og er hann ikki millum rennararnar, so er hann á síðulinjuni og stuðlar fyrireikarunum.
Í dag arbeiðir Óli fyri Almannastovuna sum stuðul hjá serliga krevjandi børnum.
Óli er giftur við Aase Bømler Olsen úr Roskilde, og tey eiga tvær døtur.
- red