Liðsúkkling oyðileggur kappingina

Eftir næsta umfar í Statoil Kring Føroyar kappingini í Eysturoynni hósdagin sást, at tríggir teir fremstu súkklararnir í kappingini saman við Rógva Johansen súkkla í liðið. Hetta hóast Tórshavnar Súkklufelag frammanundan hevur boðað frá, at liðkapping ikki er loyvd

 

Statoil Kring Føroyar kappingin í fjør gjørdist ongantíð eins spennandi og vónað, við tað at nakrir súkklarar funnu saman og súkklaðu í liðið. Aðrir súkklaðu sum einstaklingar, og tískil var eingin møguleiki hjá einstaklingunum at klára seg móti liðsúkklarunum.

 

Vinnarin frá í fjør, føroyingurin Rógvi Johansen, súkklaði saman við Gunnar Dahl Olsen og øðrum dønum á einum Shell liðið, og tá hesir hjálptu hvørjum øðrum og súkklaðu fyri hvønn annan, var tað eingin møguleiki hjá einstaklingunum at fylgja við.

 

Tískil gjørdi Tórshavnar Súkklufelag í ár reglurnar á tann hátt, at tað ikki varð møguligt at súkkla í liðið, fyri at fáa meiri spenning í kappingina.

 

Tórshavnar Súkklufelag segði á tíðindafundi í HB-húsinum mánadagin, at hóast súkklað verður í liðum í stóru kappingunum uttanlanda, er Statoil Kring Føroyar kappingin ikki búgvin til liðsúkkling, og at teir hava gjørt øllum súkklarunum greitt, at likapping er bannað.

 

 

 

Hava gjørt lið allíkavæl

 

Men tað ein beinanvegin varnaðist, tá súkklað varð í Eysturoynni hósdagin, var, at Rógvi Johansen saman við trimum teimum fremstu dønum í kappingi hóast alt hava gjørt eitt lið.

 

Teir súkklaðu allir í Shell klæðum, og samstundis varð greitt, at teir súkklaðu saman í liði fyri hvønn annan. Óalment er sostatt aftur í ár eitt lið, og er hetta sera óheppið fyri kappingina. Allir á óalmenna Shell liðnum eru súkklarar úr A bólkinum, so tað eru bestu súkklarar í kappingini, sum hava funnið saman í lið. Teir tríggir fremstu, Jannick Pedersen, Janus Jørgensen og Rene Jochumsen komu eisini allir á mál minuttir frammanfyri aðrar, og er liðið hjá teimum høvuðsorsøkin til góða úrslitið fyri teir tríggir.

 

Rógvi Johansen fekk ikki nógv burturúr persónliga, men tað gerst ómøguligt hjá hinum súkklarunum at súkkla ímóti ólógliga Shell liðnum, við tað at teir stuðla hvønn annan.

 

 

 

Avleiðingar?

 

Sostatt kann staðfestast, at Rógvi Johansen saman við øðrum eru farnir aftur um ryggin á Tórshavnar Súkklufelag. Eingin kann halda skil á, hvat súkklararnir avtala sínámillum, men tá Jannick Pedersen, Rene Jokumsen, Janus Jørgensen, Rógvi Johansen og ein annar dani longri aftur í røðini súkkla í somu klæðum, møguliga hava fingið sponsorpening frá Shell, skuldi hetta fingið avleiðingar.

 

Hvat í komandi døgum hendir hesum viðvíkjandi, er ikki greitt enn, men í øllum førum er hetta ein trupulleiki fyri tí annars vælskipaðu Statoil Kring Føroyar kappingini.