Óli stillar upp

Hósdagin varð greitt, at Óli Holm fer at taka dystin upp við Fritleif Olsen um formanssessin í Fótbóltssambandinum

Fótbóltur

Millum lítið og einki hevur verið at hoyrt um formansvalið í FSF, síðani aðalfundurin fyri nakað síðani samtykti, at nevndarvalið skuldi útsetast. Hetta hendi eftir áheitan frá VB, og nú nýggja freistin fyri at seta fram valevni til formanssessin er um at vera runnin, er tað ein vágbingur, sum er koyrdur fram sum mótevni til Fritleif Olsen.
Dimmalætting staðfesti í gjár, at Óli Holm, sum er pápi verandi VB-formannin, er skotin upp av Sumbingum, og soleiðis tykist tað nú standa greitt, at talan verður um stríðsval. Eitt stríðsval, sum væl kann vísa seg at gerast eitt val millum teir »gomlu« í FSF og teir meira fesku, sum seinnu árini hava ognað sær eitt alt størri vald í felagsskapinum.

Gamal i garði
Óli er nevnliga ein av teimum nevndarlimunum í FSF, sum hava sitið heilt leingi, og hetta kom eisini til sjóndar, tá hann ikki var ein av teimum nevndarlimunum, sum vóru við til at senda fyrrverandi ? ella skuldu vit kanska sagt fráfarandi ? formanninum, Dánjali Andreasen, eitt sera hvassorðað bræv, sum í seinasta enda helst var við til at fella Dánjal.
Onkur hevur tikið til, at hann kanska hevur »dekan ov nógvar royndir« innan FSF, og verður her helst sipað til stóru útskiftingina, sum hevur verið í felagsskapinum seinnu árini.
Tað man tó vera lítil ivi um, at Óli hevur møguleikan at verða valdur. Gjøgnum árini hevur hann ivaleyst knýtt samband við leiðslurnar í nógvum feløgum, og í øllum førum kennir hann felagsskapin væl innanífrá mótvegis Fritleifi, og so er spurningurin, hvørt hetta verður roknað sum fyrimunur ella ikki.

Minstukrøv fylla nógv
Enn er tó helst ov tíðliga at siga, í hvønn mun tey bæði valevnini fáa uppbakning frá ymsu feløgunum.
Sumbingar hava sjálvandi kanna sær lendið nakað, áðrenn teir hava heitt á vágbingin um at koma í uppskot, og tá teir so hava tikið avgerðini, munnu vónirnar ikki vera heilt ongar í so máta.
Sum vit hava skilt støðuna, so eru tað tó enn fleiri feløg, sum ikki rættiliga hava gjørt av, hvussu teirra atkvøða skal falla á aðalfundinum. Fremsta orsøkin til hetta munnu vera minstukrøvini til feløgini, sum vórðu samtykt á aðalfundinum. Feløgini skulu innan týsdagin handa FSF eina ætlan, har tey staðfesta, hvussu hesi krøv verða uppfylt, og tí hava flestu formenninir kring landið helst úr at gera hetta fram til týsdagin. Men tað er eingin ivi um, at tá hetta arbeiðið er av, fara telefonirnar at kima kring landið. Rekast skal bæði væl og virðiliga, og halda báðir partarnir seg til fram til valdagin, so er einki at ivast í, at talan væl kann gerast um eitt sera spennandi val.