Hann er arbeiðsformaður hjá Føroya Fiskavirking á bryggjuni í Runavík, og hevur við móttøku og útflýggjan av fiskinum at gera.
Hetta arbeiði hevur hann røkt seinastu 10 árini, nú hann tók sær ein lítlan steðg í arbeiðinum stutt fyri middag henda mikudagin í farnu viku.
Einki skip ella nakar bátur liggja við bryggju, bert Tróndur í Gøtu liggur uttarlaga á tí eina molanum.
- Í dag eru gólvini turr inni á virkinum. Og í gjár varð heldur ikki arbeitt, vísir Birgir á. - Vit vita, at tað verður landing í morgin, men ikki, hvør fær henda fiskin.
Liðugt
Arbeiðið hjá Birgiri er ikki eitt 8-16 arbeiði. Tá bátar koma inn til landing, ræður bara um at fáa hetta gjørt bæði skjótt og gott. Tá er gott hjá honum at hava góðar landarar aftrat sær.
Teir kunnu ofta møta longu klokkan seks á morgni, og fara ikki til hús aftur, fyrrenn alt er liðugt. Og tá er líkamikið um klokkan er 4-5 um seinnapartin, ella 7-8 um kvøldið.
- Í morgun hava vit avskipað nakað í hesa bingjuna, sum stendur beint her á kajini. Eg veit ikki hvar hon skal, greiðir Birgir frá.