---------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------
90. min.: Dysturin er liðugur. Skotland vann 3-0.
88. min.: Skotland trýstir fyri at fáa fjórða málið, men Gunnar Nielsen er ikki settur undir veruligt trýst, síðan hann varð skiftur inn.
85. min.: Poul Jóhannus Justinussen hevur loyst Daniel Udsen av.
80. min.: Brian Kerr hevur framt eina útskifting afturat. Levi Hanssen hevur loyst Boga Løkin av.
Tað hevur verið lítið veiggj í føroyska álopspartinum í seinna hálvleiki. Tað ræður fremst av øllum um at standa væl í verjustøðu, og tað hevur eydnast væl í løtum.
70. min.: Dysturin er merktur av, at bæði liðini hava skift út. Skotland hevur verið við yvirlutan og hevur roynt seg móti føroyska málinum nakrar ferðir.
Rógvi Poulsen hevur loyst Christian Holst av, og Christian Mouritsen er komin inn fyri Jann Inga Petersen.
Føroyingarnir stríðast sum frægast.
56. min.: Skotland hevur skift út. James McArthur loysir Adam av.
51. min.: Skotland hevur lagt nógv fyri fyrstu løtuna í seinna hálvleiki, og føroyingarnir hava bara runnið aftaná.
46. min.: Seinni hálvleikur er byrjaður. Hvørki Skotland ella Føroyar hava framt útskiftingar í hálvleikinum.
46. min.: Hálvleikur. Skotland er á odda 3-0.
44. min.: 3-0 til Skotland! Jamie Mackie hevur økt til 3-0. Føroysku verjuspælararnir vóru lítið sannførandi, tá bólturin kom inn fyri úr høgru. Bólturin endaði fyri føturnar á Mackie, sum hevði ongar trupulleikar at senda bóltin í málið inni í fimm-metrinum.
40. min.: Tað hevur verið friðarligt seinastu minuttirnar. Skotar hava roynt seg, men tað hevur ikki verið vandamikið.
Jóan Símun Edmundsson hevur staðið seg sera væl sum framherji. Hann hevur dugað sera væl at hildi bóltinum, meðan føroyska liðið hevur flutt seg longur fram á vøllin.
33. min.: Heimaliðið trýstir nú. Bannan fekk ov gott pláss og úr 20 metrum lat hann skotið ganga við vinstra beininum. Gunnar Nielsen hevði ongan møguleika, men lukkutíð fór bólturin í stongina.
30. min.: 2-0 til Skotland! Erling Jacobsen gjørdi sjálvmál. Verjuleikarin skuldi sparka bóltin burtur, tá hann var so óheppin at senda bóltin í egi mál.
24. min.: 1-0 til Skotland! Danny Wilson, Liverpool, fær ov nógv pláss aftaná hornaspark og stýrir bóltinum í málið.
Gunnar Nielsen vardi væl fyri beint áðrenn, tá Flecther royndi seg við langskoti. Atli Gregersen var fyrstur á bóltinum og sendi hann út til hornaspark. Tað er aftaná hornasparkið, at heimaliðið fær mál.
Danny Wilson spælir sín fyrsta landsdyst í kvøld.
22. min.: Støðan er tann sama. Skotland er meira bóltinum, og Føroyar verja sera væl. Føroyska liðið dugir væl at spæla bóltin runt, tá møguleiki er fyri tí. Heimaliðið hevur ongantíð av álvara lagt føroyingarnar undir trýst.
16. min.: Heimaliðið hevur verið meira á bóltinum seinastu løtuna, men føroyingarnir eru avgjørdir í verjustøðu og tykjast hava fult tamarhald á støðuni.
13. min.: Skotar hava havt fyrstu vandamiklu royndina. Commons sendi bóltin inn fyri úr vinstru, og Mackie var fyrstur á, men stýrdi bóltinum framvið málinum við høvdinum.
10. min.: Føroyar hava verið omaná fyrstu løtuna. Skotland hevur lítið hugflog, tá bólturin er á føroysku leikhálvuni. Føroyingarnir stríðast væl, og eru avgjørdir í verjustøðu.
8. min.: Jann Ingi Petersen rakti tvørtræið við beinleiðis frísparki úr 25 metrum! Runavíkingurin smekkaði til, men umvegis ein verjuleikara fór bólturin í tvørtræið!
Føroyar fáa einki burtur úr hornasparkinum.
5. min.: Heimaliðið aftrar seg ikki at tveita seg í glíðandi takklingar. Jónas Tór Næs hevði fyrstu føroysku royndina, tá hann royndi seg, men málverjin hevði ongar trupulleikar av skotinum.
Skotland hava havt eitt hornaspark, men annars hevur tað verið friðarligt higartil.
1. min.: Dysturin er byrjaður
---------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------
Tað er serliga Atli Gregesen, sum byrjar í miðverjuni, sum er í andglettinum í kvøld. Hann hevur framvegis ikki prógvað, at hann hevur uppiborið pláss á liðnum hjá skotska Ross County, sum spælir í næstbestu deildini. Nú hevur hann møguleikan vísa sítt virði fyri skotum.
- Eg havi tosað við fleiri ymsar fjølmiðlar, so tað er nógv fokus kring mín persón nú. Teir spyrja nógv um Føroyar, og hvat føroyskur fótbóltur er fyri nakað. Teir eru esini ógvuliga áhugaðir í Brian Kerr, so tað hava verið nakrir hektiskir dagar, men tað passar mær fínt, segði Atli Gregersen við Sosialin í gjár.
Skotar hava sagt í bretskum miðlum í dag, at teir vænta ein trivaligan sigur á 4-0 ella 5-0.
Føroyar hava tvær ferðir áður spælt javnt móti skotska fótbóltslandsliðnum í undankappingardysti á Svangaskarði.
Í 2000 var úrslitið 1-1, og í 2002 var úrslitið 2-2.
Seinast Føroyar royndu seg í Skotland, vann heimaliðið 6-0. Tað var í 2006.
SKOTLAND - FØROYAR 3-0 (3-0)
1-0: Danny Wilson, 24.
2-0: Erling Jacobsen, sjálvmál, 30.
3-0: Jamie Mackie, 44.
Dómari: Paul van Boekel
Skotland: Gordon ? Bardsley, Caldwell, Wilson, Crainey ? Commons, Bannan, Fletcher, Adam ? Maloney, Mackie
Føroyar: Gunnar Nielsen ? Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Jóhan Troest Davidsen, Erling Jacobsen ? Bogi Løkin, Daniel Udsen, Jann Ingi Petersen, Hjalgrím Elttør ? Christian Lamhauge Holst ? Jóan Símun Edmundsen