ùtisetar
Í flestu londum hava fótbóltskappingarnar verið avlýstar, síðani stóra sorgarleikin týsdagin í USA. Men í Føroyum og í Danmark hevur verið spælt, sum tað frammanundan var ætlað.
Mikukvøldið var triðja umfarið í donsku steypakappingini á skránni. Hóast Óli Johannesen sá reyða kortið í landskappingardystinum sunnudagin, so var hann ikki leikbannaður, tá Hvidovre var á útivølli ímóti Glostrup, ið er felagið, sum beiggi Óla, Jón Johannesen, seinnapartin av níti árunum spældi í.
Hvidovre vann steypadystin 4?0, og Óli Johannesen taldist millum málskjúttarnar. Hvidovre kom á odda í 33. minutti, og tríggjar minuttir seinni økti Óli Johannesen. Fimm minuttir undan steðginum øktu teir til 3?0, og ellivu minuttir eftir steðgin staðfestu teir stórsigurin.
Øssur Hansen og B93 høvdu vitjan av gamla felagnum hjá Jákupi Mikkelsen, Herfølge, sum nú er í næstbestu deildini. Eftir longda leiktíð var støðan framvegis 1?1, og so var neyðugt at avgera við brotssparkskapping. Endaliga úrslitið var 5?4 til B93. Fjórða umfarið í steypakappingini verður spælt komandi mikukvøld. Finalan verður í Parkini Kristi Himmalferðardag, sum er hósdagin 9. mai.
OB í kreppu
Felagið hjá Johan Byrial Hansen, OB, var mikukvøldið í Esbjerg og spældi útsettan landskappingardyst. Heimaliðið vann 2?0, og nú er kreppuprát í OB, sum er dygst omanfyri niðurflytingarstrikuna. At teir í Odense eru ørkymlaðir er m. a. komið til sjóndar við, at í trimum dystum á rað hava teir fingið reytt kort ímóti sær. Í donsku pressuni verður mett, at OB venjarin, Troels Bech, hongur í einum klønum tráði. Tað verður roknað við, at hann verður uppsagdur, um OB komandi sunnudag tapir landskappingardystin á heimavølli ímóti AB.
Tað var Troels Bech, sum áður hevur verið venjari í Horsens, ið syrgdi fyri, at føroyski landsliðsmaðurin, Johan B. Hansen, varð keyptur til OB.
Hvørki Christian Høgni Jacobsen í Esbjerg ella Johan B. Hansen í OB vóru á dómaraseðlinum mikukvøldið.
Útsett eina viku
Todi Jónsson og FCK skuldu í gjárkvøldið havt spælt í Parkini ímóti Obilic úr Jugoslavia. UEFA gjørdi mikudagin av, at allir Europa Cup dystirnir skuldu útsetast.
Í gjár frættist, at dystirnir í UEFA Cup verða spældir í komandi viku. Tað vil siga, at í staðin fyri tvær vikur ímillum dystirnar, so verður bara ein vika frá heimadystinum og til útidystinum í hesum umfarinum.
Danska blaðið BT visti í gjár at siga, at nú hevur FCK skrivað sáttmála við 24 ára gamla georgiska álopsmannin, Mikhail Ashvetia. Blaðið sigur seg vita, at FCK hevur rindað Torpedo Kutaisi 7,8 milliónir fyri landsliðsspælaran. Fyri ein spælara, sum kemur úr landi við ússaligum livikorum, man tað vera stórur munur á at koma til Danmarkar og at fáa eina mánaðarløn upp á 85 túsund krónur. Tað sigur BT seg vita, at fremmandi maðurin fer at fáa. Tað er ikki so galið, tá skattatrýstið hjá útlendskum spælarum tey fyrstu árini í Danmark bara er 25%!