Liam Payne frá One Direction funnin deyður í Argentina

31 ára gamli Liam Payne er funnin deyður, eftir at hann var dottin av triðju hædd á einum hotelli, upplýsir argentinska løgreglan.

Liam Payne kom fyrstu ferð fram í bretsku útgávuni av "X Factor" sum 14 ára gamal. Tvey ár seinni reisti hann seg aftur og varð settur saman við fýra øðrum sangarum í dreingjabólkinum "One Direction". (Savnsmynd). - Mynd: Vianney Le Caer/Ritzau Scanpix

Fyrrverandi limurin í One Direction, Liam Payne, er funnin deyður uttan fyri eitt hotell í argentinska høvuðsstaðnum, Buenos Aires.

Hetta skrivar argentinski miðilin La Nacion sambært Reuters.

31 ára gamla bretski sangarin varð funnin deyður eftir verða dottin av triðju hædd á hotellinum, skrivar blaðið við tilvísing til tilbúgvingina hjá landinum.

- Sangskrivarin og guitarleikarin Liam James Payne, fyrrverandi limur í One Direction, doyði í dag eftir at hann dottin av triðju hædd á einum hotelli í Palermo, skrivar løgreglan í eini fráboðan sambært tíðindastovuni AFP.

Palermo er ein býarpartur í norðara parti av argentinska høvuðsstaðnum.

Sambært fleiri argentinskum miðlum, sum hava tosað við lokal embætisfólk, varð løgreglan boðsend á hotellið eftir neyðarkall um ”ein ágangandi mann, sum kann vera ávirkaður av rúsevnum og rúsdrekka”, skrivar Reuters.

Fjølmiðlarnir greiða ikki frá gongdini nærri, og tað er tí ikki greitt enn, hvønn mann talan er um.

31 ára gamli Liam Payne kom sum 14 ára gamal við í bretsku útgávuna av sangkappingini "X Factor". Her mátti hann tó taka við einum tapi.

Tvey ár seinni royndi hann aftur, og Liam Payne, saman við fýra øðrum sangarum, varð settur saman í dreingjabólkin One Direction.

Hinir limirnir í bólkinum vóru Harry Styles, Niall Horan, Louis Tomlinson og Zayn Malik.

Millum 2010 og 2015 megnaði Payne saman við hinum limunum at koma á topp-10 listan hjá Billboard við seks løgum.

Sangir sum "What Makes You Beautiful", "Live While We're Young" og "Best Song Ever" vórðu ofta spældir, og bólkurin bygdi upp ein stóran fjepparaskara millum tannáringar, sum góvu sær sjálvum heitið "Directioners".

Liam Payne skrivaði fleiri av sangunum hjá bólkinum. Millum annað "Story of My Life", sum var nummar tvey á ensku hittlistunum og hevur yvir eina milliard hyggjarar á YouTube.

Hóast dreingjabólkurin eydnaðist sera væl, so nevndi Payne hann seinni eitt trupult tíðarskeið, har hann millum annað hevði rúsdrekka- og tablettmisnýtslu.

- Tann dagin vit steðgaðu, hugsaði eg: "Gud takk". Eg hevði brúk fyri tí, tí annars hevði tað dripið meg, hevur hann áður sagt við miðilin USA Today.

Eftir One Direction hevur Liam Payne millum annað arbeitt við soloverkætlanum bæði sum sangari og framleiðari.

Sangurin hjá honum "Strip That Down", har amerikanski rapparin Quavo var við, kom á nummar trý á bretsku hittlistunum. Hann hevur eisini arbeitt saman við listafólkum sum J Balvin, Ritu Ora og Zedd.

Millum 2016 og 2018 var hann í parlagi við táverandi dómaran "X Factor" Cheryl Cole, tíggju ár eldri enn hann. Tey fingu sonin Bear saman í 2017.

 

/Ritzau/

 

Liam Payne kom fyrstu ferð fram í bretsku útgávuni av "X Factor" sum 14 ára gamal. Tvey ár seinni reisti hann seg aftur og varð settur saman við fýra øðrum sangarum í dreingjabólkinum "One Direction". (Savnsmynd). - Mynd: Vianney Le Caer/Ritzau Scanpix