Liðið hjá Anniku vann á útivølli

Follo vann í kvøld fyrsta sigurin í bestu norsku hondbóltsdeildini hetta kappingarárið

Føroyski landsliðsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen og liðfelagarnir í Follo vunnu í kvøld fyrsta sigurin í bestu norsku hondbóltsdeildini hetta kappingarárið.

 

Follo vann 30-23 á Tertnes. Í steðginum var Follo á odda 16-11.

 

June Cecilie Krogh vardi málið hjá Follo tað mesta av tíðini. Onkra hendinga løtu slapp Annika upp í part at verja málið hjá Follo. 

 

Follo hevur tvey stig aftaná tveir teir fyrstu dystirnar í kappingini.

 

Sunnudagin tekur Follo móti Molde.