Vanligi landsliðsliðskiparin, Ásla Johannesen var aftur á vøllinum, tá hon og liðfelagarnir í Piteå spældu dyst á heimavølli í bestu svensku fótbóltsdeildini, Damallsvenskan.
Á LF Arena leikvøllinum tók Piteå móti liðnum úr Stokkhólmi við sjáldsama navninum, Brommapojkarna.
10 minuttir undan steðginum legði Alexandra Hellekant heimaliðið á odda. Piteå var á odda 1-0 til 80 minuttir vóru leiktir. Tá eydnaðist tað útiliðnum at skjóta tvey mál og venda hóttandi 0-1 tapi til 2-1 sigur, og tær fóru suður aftur til svenska høvuðsstaðin við øllum trimum stigunum.
Piteå er nummar seks í deildini við 13 stigum fyri níggju dystir. Tær eru fimm stig frá triðja plássinum, ið gevur rætt til evropeiskan fótbólt.
Komandi fríggjadag klokkan 15 spælir Piteå dyst á útivølli móti Eskilstuna United.











