Liðið hjá Hanusi Sørensen, NK Celje spældi í dag dyst á heimavølli móti greiða oddaliðnum, Olimpia Ljubljana.
Hanus kom á vøllin saman við tveimum liðfeløgum, tá klokkan fór um teir 90 minuttirnar. Tá var støðan 3-2 til Celje, ið var á sigurskós móti greiða oddalinum. Men fimm minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat javnaði Olimpia Ljubljana til endaliga úrslitið 3-3.
Celje var aftanfyri bæði 0-1 og 1-2 í dystinum, men megnaði at leggja seg á odda 3-2.
Tíverri hevur tað verið soltið við spælitíð hjá Hanusi seinastu dystirnar. Í dag kom hann inn í 90. minutti. Næstseinasta dyst kom hann ikki á vøllin, og í triðseinasta dystinum fekk hann bert tríggjar minuttir. Vónandi fer at hilnast betur við tí komandi vikurnar áðrenn Føroyar skulu spæla móti Georgia og Gibraltar, ávikavist 5. og 9. juni.
Celje er fjórðfremst í deildini við 52 stigum. Teir eru trý stig frá triðja plássinum, ið gevur atgongd til Conference League í summar. Á triðja plássinum hevur Koper 55 stig. Maribor er næstfremst við 59 stigum, og Olimpija Ljubljana er langt fremst við 69 stigum.