Liðið hjá Hera Hjalt Mohr spilti seg burtur

Strømmen var á odda 2-0, men mátti taka til takkar við javnleiki

Heri Hjalt Mohr og liðfelagarnir í Strømmen í triðbestu norsku fótbóltsdeildini kunnu veruliga iðra seg.

 

Í heimadysti móti Junkeren í triðbestu deildini var Strømmen á odda aftaná 20 minuttirs spæl við málum Jonas Bruusgaard og Mathias Sundberg skutu fyri heimaliðið.

 

Men í seinna hálvleiki eydnaðist tað Junkeren at skjóta tvey mál, og harvið tryggja sær javnleik 2-2, og so misti Strømmen tvey týdningarmikil stig.

 

Heri spældi allan dystin. 

 

Strømmen er fjórðfremst í bólki 2 í triðbestu deildini við 20 stigum. Seks stig eru upp til oddaliðið, Skeid Oslo sum hevur 26 stig. Við lokna kapping flytur nummar eitt beinleiðis upp í næstbestu deildina, meðan næstfremsta liðið spælir dystir um uppflyting. 

 

Komandi leygardag klokkan 13 spælir Strømmen á útivølli móti Eidsvold.